Eyðun Johannessen til minnis

Tann stóri íbirtarin er farin um sýn

Tjóðpallur Føroya
19. september 2023 kl. 13:55

Eyðun Johannessen, sjónleikari og leikstjóri men fyrst og fremst stóri íbirtarin innan føroyska leiklist, er nú farin um sýn, og vit drýpa høvur við virðing fyri tí, hesin undangongumaður hevur gjørt fyri og givið okkum.

Eg fari at loyva mær at taka seinasta brotið úr Prologinum hjá Eyðuni úr endurminningum hansara “Míni leikapetti”:

Tann dagin, eg av álvara flutti til Danmarkar í 1979, stóð eg afturi í hekkuni á ferðaskipinum
og sá oyggjarnar søkka í havsbrúnna.
Tá rak eitt tokutám fyri og fjaldi tær – oyggjarnar. So eg sá tær ikki søkka í havið.

Tað, eg upplivdi, var, at tær – inni í mjørkanum – fóru,
eins og mjørkin –
spakuliga rekandi

við táminum,
og festu búgv
í sinninum á mær.
Og har eru tær enn.
Síðan havi eg ikki havt farran av heimlongsli. Oyggjarnar festu búgv innan í mær!

Nú hevur Eyðun verið á síni seinastu ferð heim til oyggjarnar, ið høvdu so stórt pláss í hjarta hansara, og sunnudagin fylgdu vit honum á hansara seinastu ferð hiðani.

-

Longu sum smádrongur hevði Eyðun evnini at eygleiða og síðani sjálvur at siga søgur út frá tí, hann hevði sæð, og á henda hátt at ogna sær søguna og frásøgnina. Eyðun segði javnan frá søgum, hann upplivdi sum smádrongur, og hvussu hann gjørdist varugur við reaktiónirnar hjá teim vaksnu, tá hann segði frá hesum søgum. Hetta hevur fylgt honum síðani. Hetta og tað, at Eyðun vaks upp í Havn í Rabarbukvarterinum - í grannalagnum hjá Reyða húsinum sum hann kallaði Sjónleikarhúsið - kom at ávirka hansara lívsleið. Eyðun tók eina avgerð um, hvat hann ætlaði sær við sínum lívi, og var hetta eitt val ið ikki var tað lættasta - hvørki tá hugsað var um framtíðar starvsmøguleikar ella at skula greiða øðrum frá hesi serstøku lívsleið síni innan leiklistina.

Tá Eyðun kom heim aftur til Føroya við nýggjari útbúgving innan leiklist, vóru tað ikki øll ið mettu hetta, at vera sjónleikari, sum eitt virðiligt arbeiði. Hetta lýsir Eyðun sera væl bæði í “Míni leikapetti” og ikki minni í pallsettu einrøðufrásøgn síni: “Eitt lív sum apukattur”. Hóast mótgang, mangt særandi orð, og snævurskygni ið neit, so var brennandi málið ongantíð slept; at menna føroyska leiklist til ein vinnuveg, so at onnur eisini fóru at nema sær útbúgvingar innan sjónleikarayrkið.

-

Eyðun nam sær sjónleikaraútbúgving á Kongaliga Teatrinum og Odense Teater í 1960. Hóast Eyðun nú ferðaðist í ríkum leiklistaumhvørvum uttanlands, brendi hann fyri føroyskari leiklist, og kom hann eisini aftur til Føroya eftir lokna útbúgving. Eyðun leikstjórnaði í Sjónleikarhúsinum, umframt at hann í 1961 eisini fór undir at skipa fyri trý ára sjónleikaraskeiðum hjá Havnar Sjónleikarfelag, har luttakararnir fingu prógv við skeiðslok. Eisini skipaði hann fyri smærri skeiðum hjá sjónleikarafeløgum kring landið, og høvdu hesi skeið alstóran týdning fyri menningina av sjónleiki í Føroyum.

Eftir at Eyðun hevði starvast sum fastur sjónleikari og leikstjóri á Aarhus Teater í 1970-’73, kom hann aftur til Føroya. Hesa ferð starvaðist hann sum sjónleikaráðgevi hjá leikbólkum kring landið, umframt at hann eisini leikstjórnaði, gjørdi pallmyndir og annað.
Í 1977 var hann ein av stovnarunum av yrkisleikbólkinum Grímu.

Í 1979 vóru aftur boð eftir Eyðuni úr Aarhus; hesaferð sum rektari á Sjónleikaraskúlanum við Aarhus Teater, har hann starvaðist til 1986.
Í 1997 heiðraði Statens Kunstfond Eyðuni við lívsvarðandi veiting, og í 2001 fekk hann Mentanarvirðisløn Landsins.

Í 2000 gekk leiðin aftur heim til Føroya. Hesa ferð var tað Leikpallur Føroya ið sendi boð eftir Eyðuni at taka við sum listarligur leiðari fyri Leikhúsið Grímu við tí endamáli at seta Tjóðpall Føroya á stovn.
Seinastu árini hevur Eyðun búðleikast niðri, men hevur hann tó verið fúsur at átaka sær arbeiðsuppgávur í Føroyum, tá boð hava verið eftir honum.

-

Øll árini hevur Eyðun - sum leikstjóri bæði í Føroyum og uttanlands - ríkað okkum og onnur við stórum og minniligum leikverkum; barnaleikum, klassikarum, nútímans leikverkum og ikki at gloyma tey nýskrivaðu føroysku leikverkini. Hesum seinastu brendi Eyðun serliga fyri, og legði hann nógva orku í at menna og seta tey á pall, tí: ongin tjóð uttan egin samtíðar leikverk.

Við øllum tí, Eyðun arbeiddi við, vóru vit tikin inn í annan heim við millum øðrum Glataðu spælimonnunum, Meðan vit bíða eftir Godot, Eitur nakað land Week-end, Per Gúnt, Havfrúnni, Lykke Per, Tóm rúm, Kravravnum, På sporet af den tabte tid og vit kundi hildið fram millum tey fleiri enn 120 leikverkini, Eyðun hevur leikstjórnað.

Í dag kunnu vit tó einans fegnast um tað tá serstøku avgerðina; at velja leiklistina til sína lívsleið, tí tað er einki at taka seg aftur í, at tað er Eyðun, ið hevur ment føroyska leiklist. Hann hevur ríkað okkum innan leiklistina og hevur ríkað alt Føroya fólk við upplivingum frá pallinum og útvarpstólinum. Har umframt hevði Eyðun ein týdningarmiklan leiklut í arbeiðinum at seta Tjóðpall Føroya á stovn við tí endamáli at byggja føroyingum eitt Tjóðleikhús.

Hóast Eyðun fór aftur til Danmarkar so var leiklistamenninigin í Føroyum altíð ein partur av honum, og tá vit fara at trína inn í nýggja Tjóðleikhúsið, eiga vit hava Eyðun við okkum í huganum, tí hetta er ikki minst honum at takka.

-

Sjálv minnist eg, at eg sum smágenta sat í Sjónleikarhúsinum og hugdi at leiki, ið Eyðun hevði sett á pall. Eg minnist hvussu trøllabundin eg var av tí, eg sá og hoyrdi, og løtan kendist ongantíð ov long - heldur ov stutt. Seinni var eg so heppin, at eg kom at arbeiða saman við Eyðuni, tá «Glataðu Spælimenninir» blivu settir á pall í Norðurlandahúsinum í 1993. Hetta var eitt gevandi samstarv ið var læruríkt á so mangan hátt. Tá Eyðun var biðin um at koma heim til Føroya at arbeiða hjá Leikpalli Føroya og Grímu við tí endamálið at vísa, at tað bar til at seta ein føroyskan Tjóðpall á stovn, var eg sera fegin og ikki minst errin av, at Eyðun ynskti at fáa meg við til tað arbeiðið.

Hesi árini, ið vit arbeiddu tætt saman, góvu mær sera nógv, ið eg komi at hava við mær restina av mínum lívi.

Takk fyri samstarvið, takk fyri vinalagið, takk fyri søgurnar, takk fyri løturnar og takk fyri tey hondskrivaðu brøvini - sum oftast við eini lítlari tekning.

Eyðun tók mangan til: Tað grør um gangandi fót

Nú eru fetini steðgað, men vit kunnu í dag - og vónandi í nógv ár framyvir - heysta av tí gróðri, hann sáddi.

Við takksemi

Tjóðpallur Føroya,

Jenny C. Petersen