Eystari Landsrættur staðfestir dóm um neyðtøku

Ein 19-ára gamal maður bleiv í Eystara Landsrætti fríggjadagin í síðstu viku dømdur fyri neyðtøku og fyri at misnýta annans sálarliga menningartarn

Redaktiónin
20. mars 2023 kl. 12:05

Maðurin hevði yvir eitt longri tíðarskeið fleiri ferðir skaffað sær annað kynsligt samband enn samlegu við ein sálarliga menningartarnaðan mann.

Í heyst í fjør bleiv maðurin dømdur tíggju mánaða fongsulsrevsing í Føroya Rætti. Av teimum tíggju mánaðunum, so vóru tríggir mánaðir gjørdir treytaleysir.

Les meira: Fongsulsrevsing fyri at neyðtaka vinin

Afturat treytaðu fongsulsrevsingini skal tann dømdi gera samfelagstænastu í 120 tímar.

Eystari Landsrættur staðfesti fríggjadagin dómin frá Føroya Rætti.

Hetta er fyrstu ferð í Føroyum, at ein maður er dømdur fyri at neyðtaka ein annan mann.