Eysturoyartunnilin setur í verk fastprísskipan fyri persónbilar

Avsláttarskipanin fyri Eysturoyartunnilin verður nú soleiðis, at verður koyrt 40 túrar á sama strekkið, so verður einki gjald fyri eftirfylgjandi túrar á sama strekkið

(Mynd: Ólavur Frederiksen)
Sigurjón Einarsson
30. juni 2022 kl. 10:19

P/F Eystur- og Sandoyartunlar kunngera í dag, at felagið setur eina fastprísskipan í verk fyri persónbilar, sum brúka Eysturoyartunnilin sum farleið.

Á heimasíðuni hjá estunlar.fo sæst at lesa, at tá ein persónbilur hevur koyrt 40 túrar á sama strekkið sama mánað, so verður einki gjald fyri eftirfylgjandi túrar.

– Hevur tú hald, skal tú sum brúkari einki gera, fyri at fáa ágóðan av skipanini. Mesti prísurin verður 2.100 krónur um mánaðin fyri strekkið Hvítanes/Eysturoynna. Mesti prísur fyri strekkið millum Rókina og Strendur verður 700 krónur um mánaðin.

Skipanin kemur í gildi frá 1. juli 2022.

Herundir sæst avsláttarskipanin fyri persónbilar við haldi:

                 Streymoy – Eysturoy - Streymoy                              Runavík – Strendur - Runavík                          

1-10 túrar         75,-                    kr.    750,-                                    25,-                    kr. 250,-

11-20 túrar       65,-                    kr.    650,-                                    22,-                    kr. 220,-

21-30 túrar       40,-                    kr.    400,-                                    13,-                    kr. 130,-

31-40 túrar       30,-                    kr.    300,-                                    10,-                    kr. 100,-

Yvir 40 túrar       0,-                    ____                                           0,-                    ____

Í mesta lagi                                 kr. 2.100                                                                 kr. 700

Skrásetingarskipanin í Eysturoyartunlinum skrásetur talið á túrum fyri hvønn persónbil frá fyrsta í hvørjum í hvørjum mánaði og ásetir prísin eftir túratalið ávísa mánaðin. Hetta skal skiljast soleiðis: Fyrstu tíggju túrar kosta kr. 75,- pr túr, túrur 11 til 20 kosta kr. 65,- pr. túr o.s.fr.

- Tá koyrt er 40 túrar, er einki gjald fyri eftirfylgjandi túrar ávísa mánaðin, skrivar estunlar á heimasíðu sínari.

Kelda: estunlar.fo