
(Mynd: tunnil.fo)

Eysturoyartunnilin steingir bert fáar minuttir
Eina løtu seinnapartin hevur Eysturoyartunnilin verið stongdur, tí sprongt varð á Strondum. Spreingiarbeiðið tekur kortini bert fáar minuttir, og tunnilin letur upp aftur beinanvegin
Steinar Patursson
21. november 2022 kl. 14:24
Tað eru uttan iva fleiri, ið hava varnast, at Eysturoyartunnilin hevur verið stongdur eitt lítið bil seinnapartin.
Løgreglan sigur, at av tí at sprongt hevur verið inni á Strondum, varð tunnilin av trygdarávum stongdur í eina lítla løtu.
Vakthavandi sigur kortini, at hetta skuldi ikki tikið meira enn nakrar minuttir, og tunnilin letur tí upp aftur beinanvegin.