Fáa eitt heim í Suðuroy um eitt hálvt ár

Har verður pláss fyri sjey fólkum

Áki Bertholdsen
24. mai 2023 kl. 16:21

Tað er stórur tørvur á bústøðum til fólk við ymsum trupulleikum í Suðuroynni.  Men nú er gongd í arbeiðnum og gongst sum ætlað, fáa nøkur fólk í Suðuroy við trupulleikum, eitt nýtt heim um eitt hálvt ár, ella í fjórða ársfjórðingi í ár.

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almannamálum.

Súsanna Bertholdsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt hana, hvussu tað gongst við arbeiðnum at útvega eitt slíkt heim í Suðuroynni.

Trupulleikin er stórur og av tí sama eru fólk dottin niður ímillum, sigur hon. Hon sigur, at fólk hava búð á Suðuroyar sjúkrahúsi í fleiri mánaðir, tí tey hava ongastaðni at fara, og onkur hevur verið noyddur at flyta av oynni til eitt pláss, har viðkomandi hvørki hevur familju ella kenningar.

Undanfarni landsstýrismaður í almannamálum, Sólvit E. Nolsø, setti sjøtul á at útvega eitt nýtt heim í Suðuroynni og núverandi samgonga samtykti at arbeiða víðari við málinum, og sostatt standa 7,5 milliónir á fíggjarlógini fyri í ár til endamálið. 

Upprunaliga var ætlanin at talan skuldi vera um eitt heim til 10 fólk við seinheilaskaða, menningartarni og við autismu, umframt at møguleiki skuldi verða fyri umlætting, sigur Súsanna Bertholdsen.

Talan er um eitt hús við Sílá á Tvøroyri, sum nú er næmingaheim hjá eftirskúlanum á Tvøroyri.

Sirið Stenberg sigur, at Almannaverkið hevur verið í tingingum um ein leigusáttmála fyri húsið og eftir ætlan verður leigusáttmáli undirskrivaður í næstum. 

Í løtuni er húsið næmingaheim og tá ið næmingarnir eru farnir í summarferiu, verða neyðugar tillagingar gjørdar so at Almannaverkið kann yvirtaka leigumálið í septembur í ár, og væntandi kann heimið lata upp fyri jól.

Sum tað sær út í løtuni, eru tað tvær tvey-rúms-íbúðir og fýra eitt-rúms-íbúðir. Tilsamans er talan um sjey pláss, sigur Sirið Stenberg. Hugsanin er, at har skulu vera fimm búpláss og tvey pláss til umlætting.

Ætlanin er, at bjóða teimum sum eru á bíðilista til bútilboð í Suðuroynni, pláss.