Fáa Nobelheiðursløn fyri gransking um svørt hol

Gransking um svørt hol gevur einum breta, einum týskara og einum amerikanara Nobelheiðurslønina í alisfrøði

Sigurjón Einarsson
7. oktober 2020 kl. 10:14

Eingin veit at siga fyri vist, um svørt hol eru til. Tey síggjast ikki, men ástøðini benda á, at tey eru til. Granskarar fáa eisini javnan ábendingar um svørt hol, og tað er hendan granskingin, ið verður lønt við einari Nobelheiðursløn í ár.

Ein breti, ein týskari og ein amerikanari hava fingið ársins Nobelheiðursløn í alisfrøði fyri teirra gransking og uppdagan av myrkasta loyndarmálinum í alheiminum.

Tað upplýsir nevndin fyri Nobelheiðursgrunnin.

Bretin, Roger Penrose fær heiðurslønina fyri at hava uppdagað, at ein skapan av einum svørtum holi, er ein sterk forsøgn av tí almennu fatanini um relativitet. Tað vil siga, at yvir 100-ára gamla relativitetsteoriin hjá Alberti Einstein kann vísa á, at svørt hol kunnu skapast. 

Týskarin, Reinhard Genzel og amerikanska Andrea Ghez deilast um hin partin av heiðurslønini, fyri at hava funnið útav einum “stórum samanriknum luti” mitt í okkara stjørnuskipan.

89-ára gamli Penrose hevur brúkt støddfrøði fyri at vísa á, at svørt hol er ein beinleiðis avleiðing av relativitetsteoriini hjá Einstein.

Í 1965 vísti Penrose á í eini grein, at svørt hol kunnu verða skapt, og enn tann dag í dag, verður hetta sæð sum tað týdningarmiklasta íkasti til vanligu relativitetsteoriina, skrivar Nobelheiðursgrunnurin í grundgevingini fyri at geva bretska alisfrøðinginum heiðurslønina.

68-ára gamli Genzel og 55-ára gamla Ghez hava síðan byrjanini av 90-unum hava verið leiðarar fyri hvør sín bólk av stjørnufrøðingum, ið hava funnið ein ósjónligan og øgiliga tungan lut í miðjuni av Mjólkavegnum, ið fær stjørnurnar at súsa runt við nógvari ferð.

Kelda: Ritzau