Ongi úrslit

Fær stóra ávirkan á nógv sum fáa útgjald úr Arbeiðsloysisskipanini

Hjá fleiri verður útgjaldið hægri, og nú skal tað verða skjótari at skifta starv

Áki Bertholdsen
11. sepember 2023 kl. 10:41

Nú verða viðurskiftini hjá teimum, sum eru í Fiskavirkisskipanini hjá Als, broytt. Í løtuni eru 128 fólk í Als, men harafturat eru 552 fólk í fiskavirkisskipanini.

Í fiskavirkisskipanini eri tey, sum arbeiða í fiskivinnuni á landi, tryggjað, at tey fáa løn í minst 32 tímar um vikuna.

Sum støðan hevur verið, kunnu fáa útgjald úr fiskavirkisskipanini í átta vikur, so fara tey í Als. Arbeiða tey ein tíma hesar átta vikurnar, verður tíðin longd átta vikur afturat.

Men talan hevur verið um, at stytta hetta tíðarskeiðið, so at tey bara kunnu vera í fiskavirkisskipanini í fýra vikur. Fáa tey ikk minst 16 tímar á virkinum hesar fýra vikurnar, verða tey mett sum arbeiðsleys á fiskavirkinum og fáa sostatt ikki longur útgjald úr fiskavirkisskipanini, men fara í Als.

Tað er eitt samt ALS stýri, sum hevur mælt landsstýrinum til at fremja hesar broytingarnar, og landsstýriskvinnan í arbeiðsmarknaðarmálum, Ingilín Didriksen Strøm, hevur nú sett broytingarnar í gildi.

Eitt úrslit av hesum er, at tey, ið eru í fiskavirkisskipanini koma skjótari í vanligu arbeiðsloysisskipanina.  Í vanligu arbeiðsloysisskipanini verður arbeiðsloysisstuðul goldin fyri 40 tímar um vikuna, men tað verður goldið fyri 32 tímar um vikuna í fiskavirkisskipanini. 

Hetta er sostatt ein bati fyri tann arbeiðsleysa, tí útgjaldið verður hægri, sigur landsstýriskvinnan. Í vanligu arbeiðsloysisskipanini ber eisini til at bjóða fólki annað starv. 

– Í hesum tíðum, tá ið nógvir arbeiðsgevarar mangla arbeiðsmegi, verður hetta sostatt ein fyrimunur fyri fólk, tí nú kunnu tey skjótari fara í onnur størv. tá ið arbeiðsloysið er á fiskavirkjunum.

Hinvegin hevur metingin eisini verið, at tað er skeivt at binda fólk til eitt arbeiðspláss, har tað er ov lítið av arbeiði, samstundis sum at onnur arbeiðspláss mangla arbeiðsmegi.

Mest lisið hesa vikuna

Hann stúrir fyri gongdini við útlendingum í Føroyum - nú skulu tøl á borðið

21. januar kl. 08:51

Debatindlæg: Svar til Sjúrður Skaale

Í gjár kl. 22:00

Montenegro tímdi ikki at spæla

20. januar kl. 18:44

Tað er óneyðugt at fara uttanlands fyri at uppliva muslimskan ágang

16 tímar síðan

Dekkar KvF yvir fólkadráp?

24. januar kl. 09:34

Sleppa ikki suður í kvøld

22. januar kl. 18:15