Færri valevni stilla upp

Til løgtingsvalið í 2019 stillaðu 179 valevni upp. Hesa ferð stilla 169 valevni upp

(Mynd: Álvur Haraldsen/EPA-EFE)
Sigurjón Einarsson
28. november 2022 kl. 14:35

Tíggju fólk og tvær flokkar færri stilla upp til løgtingsvalið hesa ferð – í mun til løgtingsvalið í 2019.

Hesa ferð eru tað 169 valevni, sum stilla upp, meðan tað til seinasta løgtingsval vóru 179 valevni.

Tað veit síðan Valúrslit.fo at siga.

Á løgtingsvalinum tann 8. desember stilla sjey flokkar upp. Hetta eru tvær flokkar færri enn í 2019, tá tað vóru níggju flokkar, ið stillaðu upp. Hvørki Føroyaflokkurin ella Framtakið – fyri rættinum at velja kannabis – stilla upp hesa ferð.

Men verður hugt eftir, hvussu nógv valevni hava stillað upp, síðan Føroyar vórðu skipaðar sum eitt valdømi í 2008, so sæst, at talið hevur verið rættiliga støðugt. Tað hava verið millum 168 og 179 valevni, sum hava stillað upp hesi árini.

Eitt yvirlit sæst her:

2022: 169 valevni
2019: 179 valevni
2015: 169 valevni
2011: 168 valevni
2008: 171 valevni

Javnarflokkurin flest – Miðflokkurin fægst
Javnaðarflokkurin stillar hesa ferð upp við flest valevnum. Flokkurin hevur í alt 36 valevni hesa ferð. Hinvegin hevur Miðflokkurin fægst valevni til hetta løgtingsvalið. Flokkurin hevur í alt 14 valevni hesa ferð. Tað er møguligt at hava í mesta lagi 43 valevni á sínum lista.

Valevni til løgtingsvalið 2022 sammett við 2019:

Fólkaflokkurin: 24 valevni (28 seinast)
Sambandsflokkurin 29 valevni (29 seinast)
Javnaðarflokkurin 36 valevni (28 seinast)
Sjálvstýri 18 valevni (15 seinast)
Tjóðveldi 31 valevni (34 seinast)
Framsókn 17 valevni (14 seinast)
Miðflokkurin 14 valevni (15 seinast)

Nógv færri bjóða seg fram
Tað eru eisini væl færri valevni, sum stilla upp til løgtingsval, síðan Føroyar vórðu skipaðar sum eitt valdømi í 2008.

Valúrslit.fo hevur hagtøl aftur til løgtingsvalið í 1980.

– Hyggja vit fyrst eftir tíðarskeiðnum frá 1980 til 2008, har Føroyar vóru skipaðar við sjey valdømum, stillaðu í miðal 300 valevni upp á hvørjum løgtingsvali. Heili 380 valevni stillaðu til dømis upp á løgtingsvalinum í 1994, skrivar heimasíðan.

Síðan Føroyar gjørdust eitt valdømi og fram til í ár, so hava í miðal 171,2 valevni stilla upp.

Uppstillað valevni síðan 1980:

2019: 179 valevni
2015: 169 valevni
2011: 168 valevni
2008: 171 valevni
2004: 254 valevni
2002: 231 valevni
1998: 278 valevni
1994: 380 valevni
1990: 308 valevni
1988: 323 valevni
1984: 317 valevni
1980: 312 valevni

(Greinin er dagførd klokkan 15:45)