Ongi úrslit

Falskur alarmur úr einum skúla í Havn

Løgreglan umringaði skúlan og sendi hundar inn, tí tey hoyrdu okkurt løgið - men tað var ikki tað tey stúrdu fyri

Áki Bertholdsen
11. sepember 2023 kl. 07:49

Í nátt ringdu grannar hjá Sankta Frans Skúla í Havn til løgregluna at greiða frá, at tey hoyrdu ein alarm í skúlanum. 

Løgreglan fór á staðið, men har vóru eingi tekin um eld ella royk.

Hinvegin hoyrdu tey undarlig ljóð innan úr skúlanum, so tey umringaðu skúlan og sendi løgreglufólk við hundum inn at leita. 

Men tey funnu einki - uttan eitt eitt opið vindeyga og eina opna úthurð, og tað var hetta, sum hevði givið tey undarligu ljóðini frá sær. 

Samstundis varð staðfest, at talan var um ein tekniskan feil í alarminum – men tey fingu so latið vindeygað og hurðina aftur. 

Mest lisið hesa vikuna

Alt selt eftir ein minutt

1. desember kl. 13:46

Fór úr rættinum sum ein fríur maður

3. desember kl. 18:15

660 menn fyri fríum vali

1. desember kl. 17:00

Føroyar verða nú ein krígstjóð – ikki ein friðartjóð!

Í gjár kl. 20:15

Tað er mín skylda at gera mítt til at kvinnu fáa rættin til fría fosturtøku

2. desember kl. 10:35

Hetta líkar borgarstjóranum væl

1. desember kl. 23:24