Ongi úrslit

Fámjinstunnilin: Taka arbeiðið upp aftur um eina viku

Arbeiðið liggur stilt í tríggjar vikur eftir óhappið herfyri

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Fyri tveimum vikum síðani, tann 18. apríl, rapaði nógv grót undan loftinum á Fámjinstunnilin. Tey høvdu, rættiliga óvæntað,  rent seg í leyst tilfar og tilsamans rapaðu eini 500 kubikk undan loftinum.

Bogi M. Hansen, verkætlanarleiðari hjá Landsverki sigur í morgun, at hesa tíðina hava tey brúkt upp á at tryggja fjallið, so at ikki meiri tilfar dettur niður. 

Tað hava tey gjørt við at sproyta eini 100 kubikk av betongið inn í fjallið fyri at tryggja tað og síðani er tað eisini tryggjað við bóltum og stálbogum fyri hvørjar tveir metrar

Tað arbeiðið er liðugt, men so skal hendan vikan brúkast til at fáa alt tað leysa tilfarið úr tunlinum aftur. Hann sigur, at fyri trygdina skal alt hetta arbeiðið gerast við varsemi, so tað tekurt tað tíð tað tekur.

Tað verður øll hendan vikan, so verkætlanarleiðarin sigur, at tað verður ikki fyrr enn í næstu viku, at tey aftur fara at bora og at tað sostatt aftur verður framdrift í tunlinum.

Sostatt hava tey mist tríggjar vikur, men hann væntar, at tey klára at heinta tað inn aftur, og at hetta sostatt ikki fer at seinka tunlinum.

Hann sigur, at hóast tey rendu seg í hesar trupulleikarnar, er tað ein stórur fyrimunur, at tunnilin er rættiliga turrur og tað ger tað munandi lættari at arbeiða. 

Mest lisið hesa vikuna

Kilovís av kokaini umborð á Norrønu

14 tímar síðan

Tá ið antizionisma gjørdist partur av valstríðnum í Føroyum 2026

Í gjár kl. 20:08

Feilur í fínteljing: Jóhan Christiansen komin aftur í tingið

Í gjár kl. 10:42

Eg leggi ikki í hvat fólk siga

28. mars kl. 19:26

Fingu bara seks atkvøður í Suðuroy

26. mars kl. 21:47

Nú er tað BÍLIGARI at verða føroyingur - sum heild eru prísirnir lækkaðir

27. mars kl. 11:24