Fara nú at gera frágreiðing um tunnil ímillum Gøtu og Skálabotn

Vit eiga at leggja dent á at gera hann, sigur landsstýrismaðurin í samferðslumálum

Áki Bertholdsen
7. juni 2023 kl. 23:15

Nú skal ein frágreiðing gerast um ætlaða tunnilin Gøtudalstunnilin, úr Norðragøtu í Skálabotn Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum.

Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur spurt hann, hvussu tað gongur við ætlanini at gera Gøtudalstunnilin.

Tað hevur verið prát um Gøtudalstunnilin í fleiri ár. Men serliga nú, Eysturoyartunnilin er tikin í brúk, hevur ætlanin verið, at í Eysturoynni skuldi høvuðsferðslan til og frá Eysturoyartunlinum fara eftir vestara armi á Skálafjørðinum til økini norðan fyri Gøtueiði. Sum støðan er nú, verðu øll ferðslan trokað eftir eystara armi á Skálafjørðinum, ígjøgnum Saltangará, Runavík, og hinar bygdirnar har.

 – Gøtudalstunnilin er ein týðandi liður í arbeiðnum knýta miðøkið og norðurøkið saman, sigur Dennis Holm.

Annars er peningur játtaður til at gera jarðfrøðiligar kanningar og í tí sambandi vórðu royndarboringar á Varmakeldueiði og í grótbrotinum oman fyri Syðrugøtu.

Í sambandi við fyrireikingarnar arbeiddi Landsverk við tveimum linjuføringum, har annar tunnilin er 3,3 kilometrar langur og hin er 3,5 kilometrar langur, umframt vegagerð. 

Teir verða mettir til at kosta 420 - 460 milliónir krónur, men tá er ikki lagt upp fyri, at nakað óvæntað hendur so at arbeiðið ikki gongur sum ætlað. 

Landsverk sigur frá Jarðfeingi, at nú hava tey so mikið góða jarðfrøðiliga vitan um økið, har ætlanin er at gera tunnilin, at neyðugt er ikki við fleiri størri jarðfrøðiligum kanningum. 

Í samband við verkætlanina vil Landsverk hava eina jarðfrøðiliga frágreiðing, ið bindir seg til ta endaligu linjuføringina.

Henda frágreiðing fer Jarðfeingi ætlandi at gera, saman við Landsverki og ráðgevum. 

Eftir langtíðarløguætlanini fyri 2018 – 2030, hjá undanfarnu samgongu, verða 385 milliónir krónur játtaðar til Gøtudalstunnilin í árunum frá 2027 til 2030. 

Arbeitt verður nú við at dagføra samferðsluætlanina, sigur Dennis Holm.

Men hann sigur, at Gøtudalstunnilin ein týðandi liður í útbyggingini av høvuðsvegakervinum, sum knýtir miðøkið og norðurøkið saman, og tí eigur dentur at verða lagdur á gera hann.