Faroe Pride fer á rull í dag

Í dag klokkan 17 fer Faroe Pride á rull. Koyrt verður úr Havn, runt Skálafjørðin og so aftur til Havnar

Sigurjón Einarsson
27. juli 2021 kl. 09:05

Tey, ið skipa fyri rekkju-Pride siga, at fólk, sum ynskja at luttaka í rekkjukoyringini, hittast á Hjalla klokkan 16.30, har rekkjan verður skipað, áðrenn leiðin gongur inn í Eysturoynna.

Sent verður beinleiðis, meðan koyrt verður. Á ferðini verður prát, røður og tónleikur á FM 104,5 til bilarnar í rekkjukoyringini og tey grannaløg, har koyrt verður framvið.

Pride-røðuna í ár heldur Jakob Fauerby, sum er kendur frá Vild med dans. Fyrireikararnir siga, at Jakob hevur nógvar royndir við revy í Danmark, og vann í 2020 heiðurin sum ársins LGBT+ persónur til Danish Rainbow Awards, skrivar LGBT Føroyar í einum tíðindaskrivi.

Farleiðin til rekkjukoyringina er hendan:

Koyrt verður av Hjalla klokkan 17. Síðani gongur leiðin gjøgnum Eysturoyartunnilin og upp á Strondum. Koyrt verður kring Skálafjørðin til Runavíkar og aftur gjøgnum Eysturoyartunnilin til Havnar.

Tá rekkjukoyringin er komin aftur til Havnar, gongur leiðin framvið úti á Gøtu, oman Løgmannabreyt, eftir Vegnum langa, oman Sundsveg, framvið Norðurlandahúsinum og eftir Marknagilsvegnum, yvir um brúnna til Argir, oman Traðargøtu og Støðlagøtu, framvið Eikini og Landssjúkrahúsinum, oman Jóanesar Patursonargøtu og síðani er lítil steðgur í Steinatúni.

Tá bilarnir koyra víðari úr Steinatúni umleið klokkan 19, er Pride-rekkjukoyringin liðug.

Fyrireikararnir siga, at flottasti bilur vinnur eina yvirnátting á Hotel Hilton fyri tvey við morgunmati, plakat og posa frá LGBT Føroyum umframt merchandise frá FIMFF.

Trekt verður eisini lut millum allar bilarnar, sum taka lut, um tvær Pardon My French burgararmenuir frá Hallartúni.

LGBT Føroyar kunngerð vinnaran á Facebook tann 28. juli.