Faroe Ship skal byggja nýtt á Skansabryggjuni

Byggivirkið hjá Mortan T. Vang hevur í dag gjørt avtalu við Faroe Ship um at byggja nýggjar bygningar á Skansabryggjuni fyri flutningsfyritøkuna

Sveinur Tróndarson
1. juli 2022 kl. 13:50

Fyri kortum var tað Smyril Line, sum boðaði frá, at felagið í næstum ætlar at byggja nýtt, nakað, sum tó er rættilig óítøkiligt enn; nú er tað Faroe Ship, sum boðar frá, at samtakið hevur gjørt avtalu við MTV-Byggivirki um at byggja nýggjar bygningar á Skansabryggjuni.

Til nú hevur Faroe Ship hildið til í pakkhúsinum við gamla molan, og høvuðsskrivstovan hevur ligið inni í krókinum, men tað verður nú broytt.

- Nú útbyggingin av havnarlagnum her er liðug flyta vit alt okkara virksemi út í henda partin av økinum, sigur Bogi Petursson Nielsen, stjóri í Faroe Ship, sum í dag skrivaði undir avtaluna við Mortan T. Vang, stjóra í MTV-Byggivirki.

Hann fegnast um umstøðurnar, sum fyritøkan nú fær, tí nú vera tær tíðarhóskandi.

Faroe Ship hevur ein goymslubygning í ytra parti av havnini, og tað verður kring henda bygningin at alt virksemið hjá samtakinum skal skipast. Íalt skal MTV-Byggivirki byggja 5.100 fermetrar afturat teimum 1.500 fermetrunum, sum longu eru í gráa pakkhúsinum á Skansabryggjuni, og ætlanin er at teir skulu vera lidnir á heysti næsta ár.

Politiski myndugleikin í Tórshavnar kommunu hevur sagt, at ætlanin er at flyta alt tað tunga virksemið út á Skansabryggjuna, og tí hevur Faroe Ship ætlanir um at fara úr gamla Skipafelagsbygninginum, sum nú er karmur um høvuðsskrivstovu felagsins.

- Vit eru ikki komin á mál við hesum, men vit samráðast við MTV-Byggivirki um ta verkætlanina, sigur Bogi Petursson Nielsen.

Sum víst á viðheftu myndunum er ætlanin at byggja nýggj skrivstovuhølir uppí frammanfyri verandi bygning.

MTV-Byggivirki er kanska mest kent fyri at byggja íbúðarverkætlanir og smærri virkisbygningar, men tað er ikki tí, at felagið ikki hevur verið uppi í størri verkætlanum, tvørturímóti faktiskt.

Fyritøkan bygdi Varðan Pelagic, bæði í 2012 og eftir eldsbrunan í 2017. Eisini var tað MTV-Byggivirki, sum bygdi Pelagos í 2014, og eisini hevur felagið bygt aðrar virkisbygningar.