FARSÓTTIN ÚR EYSTRI

VLADIMIR PUTIN FØRIR EITT EIRINDALEYST KRÍGGJ MÓTI VESTURLENDSKUM VIRÐUM – OG HETTA KRÍGGJ ENDAR IKKI, FYRR ENN HANN IKKI ER Á LÍVI MEIRA

(Mynd: Leit/Finnur Justinussen)
Hanus Kamban
21. juni 2022 kl. 09:21

Berlusconi mælir til eftirlæti
Fleiri og fleiri røddir tala í løtuni fyri, at Vesturheimurin – í tvístøðuni nú – eigur at samráða seg fram ímóti eini millumloysn við Russland og kanska lata ríkið fáa partar av Eystur-Ukraina. Millum fólk, sum alment mæla til at ganga hesa leið, eru Silvio Berlusconi, fyrrverandi forsætisráðharri í Italia,  og Henry Kissinger, sum einaferð var uttanríkisráðharri hjá Richard Nixon.

Tann fyrri varð í 2013 dømdur fyri skattasvik og útihýstur frá almennum embæti til 2019. Tann seinni fekk í 1973 Nobels friðarheiðursløn saman við Le Duc Tho í Vietnam. Hann ber orð fyri at vera framúrskarandi strategur, men hevði – sum mong vita – ábyrgdina av, at tað demokratiska sosialistiska stýrið í Chile varð felt sama ár.

Avgerandi er í hesum sambandi, hvønn politikk og hvat slag av virðum valdsharri Russlands umboðar. Er hann ein vanligur siðiligur statsmaður, sum gjørligt er at samráðast við – nakað sum tá ið bretar og føringar samráðast um fiskimørk ella aðrar tjóðir um makrel – ella umboðar hann okkurt heilt annað?

Tvær søguligar hendingagongdir renna einum í huga í hesum sambandi. Onnur er støðan, sum tók við í heiminum eftir 1945, sum endaði í 1989, tá ið múrurin fall, og sum fekk sín serliga dám av tí veruleika, at eftir 1949 vóru fleiri enn eitt stórveldi, sum ráddu yvir altoyðandi vápnum.

Hin var støðan undan 1939, tá ið tey demokratisku londini í Europa  –  m.a. Bretland, Frakland og Norðurlond – stóðu yvir av Nazi-Týsklandi . Sovjet og Nazi-Týskland vóru tá vinir og samdust tann 23. august 1939 m.a. um at ræna restina av Póllandi og býta rovini ímillum sín. “Eg veit, hvussu høgt tað týska fólkið elskar sín førara,” segði Stalin tá á fundi í Moskva, “eg fari tí at drekka hansara skál”.

 

Svíkurin Chamberlain
Tað heilt serstaka við hesi seinnu støðuni var, at Týskland í 1939 var eitt harðrent einaveldi, at landsins einaveldisharri – Adolf Hitler – var, bart út sagt, óður í høvdinum, og at hesin øri maðurin tá frá 1924 hevði havt  sum mál at beina fyri øllum jødum í heiminum. Hvat skuldi tann demokratiski heimurin gera í hesi støðu?

Tvær kósir vóru her møguligar. Onnur var kósin hjá Neville Chamberlain, sum árini 1937-40 var bretskur forsætisráðharri. Hann ráddi til at taka Hitler fyri fult, halda hann vera so dánt rættsiktaðan, royna at tosa upp í lag við hann og sissa hann og samráða seg til eina friðarliga loysn.

Hitt var kósin hjá Winston Churchill – sum tók við sum bretskur forsætisráðharri í 1940 - at hyggja beint í eyguni á tí svaka manninum og – sum vit siga í Føroyum – “leggja hann á lærið” og geva honum ein brest í reyvina. Í dag vita vit hvat ið hendi. Hitler fekk at enda allan heimin ímóti sær, bleiv alsamt ørari og endaði við at beina fyri sær sjálvum. Tá hevði hann dripið at kalla seks milliónir av jødiskum hampafólkum. 

Hyggja vit at støðuni í dag, er týðiligt, at Berlusconi og Kissinger vilja hava heimin at ganga í Chamberlains fótasporum, samráðast við Putin, geva honum part av tí,  hann krevur, og vóna, at skrímslið hvørvur. Men feðgarnir í Italia og USA  eru ikki einsamallir. Teirra millum, sum í størri ella minni mun vilja ganga hesa leið, teljast m.a. tann høgravíðgongda Marine le Pen í Fraklandi og Donald Trump, fyrr forseti í USA.

 

Putins klæðseksdrongur
Donald Trump hevur – sum øll vita – roynt at fremja vápnað álop á ta amerikonsku kongressina og hevur leingi verið Putins vinmaður.  Sambært vanligum kriterium er hann landasvíkjari, og hansara gerð hevði – í vanligum viðurskiftum – fingið avleiðingar. Hann tekur undir við tí amerikonsku vápnalógini, sum nú kostar amerikanarum fleiri mannalív, enn ferðslan í USA ger.

Sum vit øll sóu nú ein dagin, hevði vápnalógin við sær, at 20 børn blivu skotin í einum skúla. Hetta er ikki eindømi, men hendir í USA aðru ella triðju hvørja viku, kanska oftari. Trump er ovurfegin um hesa skipan, ið sjálvsagt er ein gáva til tann amerikanska vápnaídnaðin. Í roynd og veru er Trump skaptur av Putin – við tí endamáli at máa tey amerikonsku demokratisku virðini burtur innanífrá. Hann er sostatt tað, sum í føroyskum kvæðum verður rópt ein skósveinur – Putins serliga úrvaldi klæðseksdrongur.

Men hvat umboðar Putin? Fyrstu ferð eg var í London - eg var har saman við tveimum systkinabørnum – var eitt summar fyrst í sekstiárunum. Vit fóru tá inn á voksmyndasavnið hjá Madame Tussaud, har vit m.a. sóu søguligar persónar, vístar fram sum voksfigurar í natúrligari stødd. Alt í einum stóð eg yvir av tveimum dvørgum, ið mest mintu um tvey nipin ólukkudýr.

Hvørjir munnu hetta vera? hugsaði eg og las nøvnini – og  - á Gud, hetta vóru Hitler og Stalin, menn, sum høvdu stýrt tveimum av heimsins sterkastu londum - annar í 13 ár, hin árini 1929 til sín deyð í 1953 – og dripið milliónir av sakleysum menniskjum! Mær vitandi er Putin ein píningur, kanska uppaftur minni enn hesar hansara fyrimyndir. Hansara undirlutakensla er hareftir, hann tolir ikki mótstøðu, og honum dámar best at sita við endan á einum longum borði og bíta tey av, ið hava aðra hugsan enn hann.

Sjálvsagt hava øll menniskju lívsins rætt, smá sum stór. Men undirlutakensla er vandamikil.

 

Timothy Snyder
Men hvat er tað andaliga jørðildið hjá hesum manni? Eg fari við fáum orðum at royna at greiða frá hesum, men skyldi lesaranum ta upplýsing, at eg her styðji meg til bókina “The Road to Unfreedom” eftir Timothy Snyder, sum kom út í 2018. Snyder er professari í søgu við Yale lærda háskúla í Connecticut í USA, hevur skrivað ein hóp av stórverkum og fingið eitt stórt tal av virðislønum.

Tiltikin er bókin “Bloodlands. Europe between Hitler and Stalin”, 2010, har m.a. verður greitt frá, hvussu russiskir kommunistar árini 1932-33  við beráddum huga hungraðu ukrainar (og hvítarussarar og russarar), so at – helst lágt sett – 5,5 milliónir doyðu í hungri.  Í minsta lagi 2. 505 fólk doyðu hesi tvey árini av kannibalismu, við tað at teirra foreldur, gingin av vitinum av svongd, ótu síni børn.

Hetta hendi í heimsins “fullkomnasta landi”, sum tá av mætum rithøvundum í Europa varð prísað sum himmiríki á jørð. Ein enskur blaðmaður, sum við egnum eygum hevði sæð neyðina í Ukraina,  tordi tá – sum kanska tann einasti  fyri vestan – at siga og skriva sannleikan. Hann æt Malcolm Muggeridge – og tað vil so til, at undirritaði í 1976 at kalla av tilvild – staddur í Norður-London – hevði høvi til at heilsa upp á hetta – í allar mátar sera litríka - reystmenni. Men tað er eitt annað mál.

Ein hevur ta kenslu, at um Vesturheimsins statsmenn í góðari tíð høvdu lisið “The Road to Unfreedom” og kunnað seg um Snyder og hansara væl undirbygdu upplýsingar og sjónarmið, høvdu Putin og Lavrov ikki  - eins og Hitler, tá hann í 1938  legði Sudetalandið inn undir Nazi-Týskland - sloppið at lopið á Ukraina og framt sítt blóðuga  fólkamorð har.

Adolf Hitler studdi seg til nakrar andaligar fyrimyndir, eitt nú  Arthur de Gobineau - sum skrivaði eitt gitið stórverk um rasuástøði -, Houston Stewart Chamberlain, sum skrivaði eitt annað risaverk um sama evni, og jødahatarar sum Paul de Lagarde og Heinrich von Treitschke. Samanborin við teir tveir fyrru av hesum fýra var Hitler tó ikki annað enn ein óupplýstur krotusmiður.  

Tann fyrsti profeturin hjá Putin var fascisturin Ivan Ilyin (1883-1954). Honum á baki komu yngri profetar, allir bornir í heim eftir 1900. Ein teirra var Lev Gumilev (1912-92), sonur skaldið Onnu Akhmatovu. Gumilev hevði ta áskoðan, at heimsins “hjartaland” var Eurasia, t.e. eitt land, sum breiddi seg frá Russlandi til Asia og Mongoliið. Har rann keldan til tað reina, óspilta russiska fólkalyndið, sum veitti skýli móti vesturlendskari dekadansu og spillu. 

 

Jødahatarin Gumilev
Sum teir flestu av Putins “profetum” bygdi Gumilev samstundis á eina dularfulla, okkulta hugsan. Sambært hesi hugsan, sum verður rópt “etnogenesa”, fáa øll fólk – bæði tey “frísku” og tey “spiltu” – sítt andaliga tæri úr kosmiskum strálum. Vesturheimsins tjóðir eru sprotnar úr gomlum kosmiskum geislum og eru tí deyðar.

Hinvegin er tað russiska fólkið sprottið úr evnafrøðiligum geislum, sum “goystu” tann 13. september 1380, og tann russiska tjóðin er tí framvegis ung, frísk og spillivandi. Tað er ikki altíð líka lætt at skilja andaliga forstýraðar myrkursmenn, men kanska halda Lavrov og Putin, at tær kosmisku strálurnar hjá Zelensky og øðrum ukrainum eru ov “gamlar” og tí deyðar. Her kann verða skoytt uppí, at hugsanin millum summar av Putins andaligu feløgum er, at Russland er ein “jomfrú”, ein ónomin og sakleys ungmoyggj, sum í heilum er í vanda fyri at verða “neyðtikin” av  vesturlendskum horkallum.   

Men aftur til Gumilev. Hann er ein antisemittur, hvørs áskoðan gjørdi tað gjørligt hjá honum og øðrum “reinum” russarum at geva jødum og Vesturheiminum sum heild skyldina fyri alt, sum miseydnaðist í teirra landi. Samanumtikið byggir antisemitisman hjá Gumilev á trý høvuðssjónarmið:

(1)  jødar eru sálarleysir kraddarar

(2)  jødar drekka kristið blóð og

(3)  jødar umboða eina fremmanda siðmenning

Sum vit hoyra, er hetta dømi um klassiska antisemitismu, soleiðis sum hon stutt eftir okkara tíðarrokning varð skapt og  útbygd av kristnum jødahatskum profetum sum Augustin (353-430) og Johannes Chrysostomos (334-407) og øldir seinni fekk sítt endaliga snið. Orðið “fremmandur” er ein týðing av enska orðinum “alien”, sum merkir “fremmandur á ein ræðandi hátt”. Frá Augustin, Chrysostomosi  (“Gullmunni”) og Martini Luther – sum nazistarnir elskaðu, tí hann í sínum hatri til jødar bar av øllum – gekk vegurin beina leið til Auschwitz og Buchenwald.

 

Aleksander Dugin
Ein onnur av fyrimyndunum hjá Putin er Aleksander Dugin. Hann varð føddur hálva øld eftir Lev Gumilev, var eftir øllum at døma okkurt slag av vallara, sum yrkti sangir og leikti á gittara í 70- og 80-árunum í farnu øld og sang um at drepa fólk í gassovnum. Dugins lívsverk var av álvara at bera russarum fascismuna. “Vesturheimurin,” helt Dugin einaferð hartandi fyri, “er staðið, har Lucifer datt niður, miðdepilin í heimsins kapitalistiska høgguslokki.  Hann er upprunin til rotna, mentanarliga spillu, til óndskap,  kynismu, harðskap og svik.”

Tað sigur ikki lítið um Dugin, at hann – sum so mangir aðrir fascistar - hataði Barack Obama, sjálvsagt tí at hann er littur. Tá ið Obama varð endurvaldur til forseta í 2012, helt Dugin fyri: “Lat hann oyðileggja hatta landið, lat rættvísina at enda valda, so at hasin andstyggiligi risin á leirfótum, hetta nýggja Kartago ... skjótt hvørvur”.  Dugin lýsti Ukraina sum eina forðing fyri Russlands eurasisku lagnu. Í 2005 íbirti hann eina ungdómsrørslu, sum fekk stuðul frá ríkinum hjá Putin, og har endamálið var at syndra Ukraina og gera tað russiskt.  Í 2009 sá hann fyri sær ein bardaga, sum miðaði ímóti at leggja Krim-hálvoynna og Eystur-Ukraina undir Russland. Timothy Snyder lýsir hetta hugmyndafrøðiliga umskifti við hesum orðum:

Hugtøk úr einum samstreymi av teimum trimum rákunum í russiskari fascismu – tí kristnu totaliteru hugsanini hjá Iljin, eurasianismuni hjá Gumilev og tí “eurasisku” nazismuni hjá Dugin – komu til sjóndar í diskursinum hjá Putin, sum hann royndi at finna ein útveg úr teirri tvístøðu, hann hevði skapt í sínum landi í 2012. Fascistiskar hugmyndir skolaðu inn í ta russisku almennu sferuna í tí tíðarskeiði, tá ið umsitingin hjá Obama royndi at “fáa” viðurskiftini við ta russiska samveldið “á rættkjøl”.

 

Náðileyst kríggj móti vesturlendskum virðum
Um vit nú taka samanum, er hugmyndafrøðin hjá Vladimir Putin eitt dálkað, óhugnaligt og ovurhonds vandamikið heimabryggj. Ein høvuðskjarni í hesum vavgreyti er ein roynd at vevja saman kommunismu og fascismu við at samskipa arvin frá teimum “reyðu”, sum tóku valdið í Russlandi eftir fyrra heimsbardaga, og teimum “hvítu”, sum vóru við undirlutan tá og flýddu, m.a. til Týsklands, har teir vóru við til at taða ta nazismu, sum rættiliga rann upp í slokk í 1929.

Men í hesum eitraða bryggi flutu eisini aðrar rosinur, eitt nú hatur til litt fólk og tann andstygd fyri samkyndum, sum eisini er at finna í fascismuni hjá Marine le Pen í Fraklandi og Donaldi Trump í USA. Tann, sum lesur hetta stak áhugaverda verkið hjá Timothy Snyder, hevur ta kenslu, at menn sum Putin, Lavrov og mong hundrað onnur “andsmenni” í Russlandi eru hugsanarliga skerd ella cerebralt impotent, tí teirra einasta svar, um teir eru ósamdir við onkran í onkrum máli, er: “Tú ert homofilur”.  Álvaratos, við so býtt fólk er ikki lætt at samskifta!   

 

Ein nýggjur Hitler

Men fyrst og fremst er Putin andaligur tíburi hjá Adolfi Hitler. Sum mong ivaleyst vita, helt Hitler seg vera mannaættar frelsara, sum var settur av tí Allvalda til at bjarga heiminum undan jødunum. Á sama hátt verður Putin borin á lógvum sum ein frelsari, hvørs uppgáva her á fold er at beina fyri øllum “dekadentum” vesturlendskum virðum - fólkaræði, tolsemi, virðing fyri minnilutum og eitt nú bæði littum og samkyndum.

Umráðandi er ikki at gloyma, at Putin, Lavrov og í túsundatali av øðrum talsmonnum, oligarkum og hugmyndafrøðingum hava stolið ríkidømið, sum Sovjet átti, og gjørt hetta ríkið til heimsins kanska mætasta kleptokrati ella stuldursríki. Samstundis eru hesir menn morðgírigir drápsmenn, sum fáa ein at hugsa um tvær reglur úr Brestis kvæði:

tykir mær so vont eitt verk

at drepa børn sum hundar

Ivaleyst er Ukraina eitt land við stórum trupulleikum. Men samstundis er hetta eitt land, sum – beint tvørturímóti Russlandi –  roynir at bøta um mótburð og mistøk og vendir sínum andliti móti Europa og sum hávirðir tey rák, sum hava gjørt europeisk lond til – andaliga sæð - heimsins fremstu –  frá tí andaliga støði, sum grikkar løgdu, til endurburðartíðina, trúbótina, upplýsingartíðina og liberalismuna.

Av somu orsøk er Ukraina ikki bara eitt land, men eitt symbol, og so mikið størri er hatrið hjá andaligum fornleivdum sum Putin, Lavrov og teirra javnlíkum til hetta landið og til Europa.

Eins og íbúgvarnir í “landi Gadarena” eru Putin og hansara garpar trásettir av illum andum. Eisini ber til at líkna Putin við Sauron í skaldsøguni “Ringanna Harri” eftir Tolkien. Og eins og skaldsøgan hjá Tolkien – ein tann mætasta í 20. øld - kann frásøgnin hjá Matteusi (8, 31.32) lesast sum ein beinrakin allegori um tann markleysa óndskapin.   

Niðurstøðan er tann, at sjálvsagt eiga vesturlendskir politikarar – sum altíð í slíkum førum - at fara fram við tí hóvsemi og teimum taktisku snildum, sum støðan krevur. Men tá ið tann rái og óupplýsti  barnamordarin Vladirmir Putin vil hava okkum at krúpa, rósa sær, tí hann nú hevur dripið 500 ósek børn og  - hvør veit? – kanska bjóða sær nobelvirðislønina fyri hetta bragd, eiga vit at gera sum Winston Churchill á sinni – at leggja hann á lærið og geva honum ein so dyggan brest í reyvina, at tað ikki lirrar eftir í honum. 

Timothy Snyder: The Road to Unfreedom. Russia, Europe, America. Vintage 2018.