Farvæl, Federer

Møguliga størsta navnið innan tennisítróttina nakrantíð boðar í dag frá, at yrkisleiðin fær ein enda eftir Laver Cup seinast í september. Kroppurin orkar ikki meira, eru boðini frá 41 ára gamla Roger Federer

Eingin hevur vunnið Wimbledon eins ofta og Roger Federer. (Mynd: EPA)
Steinar Patursson
15. september 2022 kl. 15:28

41 ára gamli Roger Federer boðar í dag frá, at hann gevst á yrkisleiðini sum tennisleikari.

Federer hevur ikki spælt síðan Wimbledon í fjør, og síðani tá er hann skorin í báðum knøunum fyri triðu ferð.

Tað verður kortini eitt seinasta høvi at síggja Federer spæla, tí Federer er partur av Evropa liðinum, ið skal spæla til Laver Cup seinast í september, og Laver Cup, sum hann sjálvur hevur verið við at seta á stovn, verður sostatt seinasta kapping, ið hann luttekur á.

- Boðini frá kroppinum í seinastuni hava verið greið, sigur Roger Federer á Twitter um avgerðina at gevast sum leikari.

- Eg havi spælt fleiri enn 1500 dystir í yvir 24 ár. Nú má eg ásanna, at tíðin er komin at enda kappingarkarrieruna, heldur Federer fram.

Federer hevur vunnið tilsamans 20 grand slam meistaraheiti, og hevur sum leikari verið definerandi fyri tennisítróttina síðan aldarskiftið saman við Rafael Nadal og Novak Djokovic.

Millum styrkirnar hjá Federer taldust snórabeina forhondin og servan, og eyðkenda bakhondin verður roknað sum ein av vakraru bakhondinum í professionellum tennis – um tó hagtalsliga meira svikalig enn aðrar. Men mest av øllum var Federer kendur fyri at hava mest samansetta spælið millum professionellu leikarar, har hann hevði styrkir á øllum lutum í spælinum.

Rogerer Federer hevur skotið seinasta skotið í finaluni í Australian Open í 2018. (Mynd: EPA)

Av teimum 20 grand slam meistaraheitunum, eru átta vunnin á grøna svørinum í Wimbledon – fleiri enn nakar annar.

Federer byrjaði sína yrkisleið sum 16 ára gamal í 1998, og hann vann sína fyrstu kapping í Milan í 2001.

Fyrsta grand slam meistaraheitið var í Wimbledon í 2003, og seinastu ferð Federer lyfti meistarasteypinum til eina grand slam kapping var til Australian Open í 208, tá hann sum 36 ára gamal gjørdist næstelsti maður at vinna eina grand slam kapping.