FC Honka gjørdi arbeiðið liðugt á Svangaskarði

FC Honka-leikararnir fingu kanska ein hvøkk í síðstu viku, tá teir bert megnaðu at fáa ein málleysan javnleik móti runavíkingum, men til dystin á Svangaskarði høvdu finnar fyrireika seg væl. NSÍ megnaði ongantíð heilt at koma inn í dystin og er tí úti av Evropa fyri í ár

Sigurjón Einarsson
15. juli 2021 kl. 20:17

NSÍ 1 – 3 FC Honka

Svangaskarð: Útgangsstøðið hjá NSÍ var gott undan seinna dystinum millum NSÍ og FC Honka, eftir at runavíkingar megnaðu at fáa málleysan javnleik yviri í Finnlandi, men kanska var virðingin ov stór, tí tá dysturin á Svangaskarði varð bríkslaður í gongd, løgdu teir gulu seg langt aftur á vøllin frá dystarbyrjan.

NSÍ byrjaði varisliga við einari 5-3-2-spæliskipan, meðan FC Honka løgdu nógv fyri og løgdu høgt trýst á runavíkingar frá fyrsta bríkslið av.

Finnar løgdu nógv fyri at spæla bóltin innum og afturum NSÍ-verjuna, og tað gav longu at bíta í áttanda minutti, tá bóltur varð spældur innum NSÍ-verjuna í vinstru síðu, eitt flatt innlegg, og so kundi Jean Marie Dongou leggja FC Honka á odda 1-0.

Nú høvdu finnar fingið sítt mál og løgdu seg longur aftur á vøllin, hóast reglan um útivallarmál nú er avtikin.

Spælið hjá teimum gulu, hinvegin, hekk illa saman og nógvir bóltar vórðu óneyðuga tveittir burtur, men NSÍ-leikararnir royndu at koma inn í dystin, men tað skuldi ganga 20 minuttir, áðrenn runavíkingar hóttu finska málið fyrstu ferð – tó uttan at tað gjørdist heilt farligt.

Eftir 34. minuttir endaði eitt langt skifti út vinstra borð við, at Betuel gjørdist rímiliga leysur í Honka-brotsteiginum. Hann trekti framvið einum verjuleikara, men sá út til at blíva feldur, men dómarafloytan var kvirr.

Nú skal hendan dystafrásøgnin ikki handla um dómaraavrik, men enn einaferð má staðfestast, at tá tað kemur til evropeiskar dystir á føroyskari jørð, so er tað sum at fáa ein pakka við blandaðum bommum. Viðhvørt er dómarin góður, men alt ov ofta seinnu árini hava dómarar verið settir til at døma í Føroyum, sum als ikki hava nógvar erfaringar at døma evropeiskar dystir, og tað sæst aftur í dømingini. Í kvøld vóru alt ov nógvar ivasamar dómaraavgerðir á Svangaskarði, og viðhvørt var tað var trupult at síggja, hvørja linju walisiski dómarin hevði lagt fyri dagin.

Men nokk um evropeisk dómaraavrik á føroyskari jørð á hesum sinni.  

Seinnu helvt av fyrra hálvleiki, lógu finnar upp á lúr og bíðaðu eftir kontramøguleikum, har tann eini mundi enda við málið. Ein Honka-leikari kom at standa fríður uttarliga í NSÍ-brotsteiginum, men skotið hjá honum fór beint á Karstin Hansen í NSÍ-málinum

NSÍ fór til hálvleiks aftanfyri við einum máli, men kanska við eini kenslu av, at Honka-liðið var til at spæla við.

Í byrjanini av seinna hálvleiki løgdu NSÍ-arnir meira trýst á finska liðið, men fyrsti málmøguleikan í seinna hálvleiki fekk Honka, tá 55. minuttir vóru leiktir. 10-arin hjá finnum, Kaufmann, skeyt eitt gott skot, men Karstin bjargaði væl.

Men løtu seinni gekk tað galið. Aftur tveittu NSÍ-arnir bóltin alt ov lætt burtur í uppspælinum, og tað gjørdu finnar sær dælt av, brodderaðu seg ígjøgnum og so kundi tungi – og ikki falski – 9-arin, Jean Marie Dongou, leggja FC Honka á odda 2-0. Tá var ein tími leiktur.

Sigast skal tó, at tungi 9-arin hjá finnum royndist væl. Honka-leikararnir spældu nógvar bóltur upp á hann, sum hann so kundi leggja av til framstormandi viðleikarar ella kundi hann snara sær á og fara avstað sjálvur. Ótrúligt, at hann helt til hetta í ein heilan dyst, men ein skal ikki altíð skoða hundin á hárinum.

Løtu seinni fingu finnar fríspark uttanfyri NSÍ-brotsteigin. Lítli 10-arin, Kaufmann, legði bóltin hegnisliga bóltin í netið. 3-0 til FC Honka og leyst og liðugt.

Innskifti Jørgen Nielsen pyntaði um úrslitið í 70. minutti, men ov seint var.

Tí gjørdist endaliga úrslitið 3-1 til FC Honka, og so megnaði finska liðið tað, sum Sibelius ikki megnaði við síni 8. symfoni: Gera arbeiðið liðugt.