FC Keypmannahavn givið Solbakken sekkin

Tað er krevjandi starv at vera fótbóltsvenjari. Gongur ikki eftir ætlan, so verður sjóneygan sett á venjaran

Dan Lamhauge
10. oktober 2020 kl. 09:25

Í Føroyum hava vit havt tær venjarauppsagnir, sum hava vakt undran. Fyrst varð Eyðun Klakstein uppsagdur í Víkingi, og fyri góðari viku síðani reyk Glenn Ståhl úr NSÍ.

Í morgun er danski fótbóltsheimurin á gosi, tí flaggskipið í donskum fótbólti, FC Keypmannahavn, hevur givið høvuðsvenjaranum, norðmanninum Ståle Solbakken, sekkin. Solbakken hevur staðið á odda fyri FC Keypmannahavn síðani 2014, eftir at hava roynt seg sum venjari bæði í Týsklandi og Onglandi.

Hesi seinastu seks árini hevur FC Keypmannahavn verið stóra liðið hjá dønum, har teir umframt meistaraheitir, eisini hava klárað seg væl í evropeiskum kappingum.

Seinastu tíðina hava úrslitini ikki staðið mát við málini hjá felagnum, og tí fekk Solbakken sekkin. Nýggjur fyribilsvenjari verður 39 ára gamli Hjalte Bo Nørregaard. Nørregaard er kent andlit í FC Keypmannahavn, tí hann hevur leikt fyri felagið.