Fegnast um at Føroyar herða revsitiltøkini ímóti Russlandi 

Politikarar úr fleiri flokkum á Fólkatingi fegnast um at Føroyar nú herða kósina ímóti russarum

Áki Bertholdsen
2. juni 2023 kl. 08:27

Sum vit skrivaðu í gjár, hevur samgongan nú gjørt av at seta strangari tiltøk í verk ímóti Russlandi. Eitt úrslit av tí er, at nú sleppa bara russisk skip, sum fiska av føroysku kvotuni, til Føroya at umskipa.

Samstundis sleppa tey bara at proviantera, at bunkra og at skifta manning. Smiðjuarbeiðið, og aðrar tænastur, mugu tey fáa aðrastaðni.

Tann politikarin í Danmark, sum hevur verið eina mest atfinningarsamur ímóti okkara samstarvi við Russland, er Søren Pape Poulsen, formaður í konservativa flokkinum.

Hann sigur við DR, at hann fegnast um at vit herða kósina ímóti Russlandi. Hann sigur, at hann hevði kortini viljað, at øll russisk skip vórðu útihýst úr Føroyum fyri at fáa trygd fyri, at russarar ikki njósnast her.

Eisini talsmaðurin hjá Vinstra í føroyamálum, heldur, at hetta er eitt rættiliga gott stig av føroyingum. Hann sigur, at hetta økir um fíggjarliga trýstið á Russland – og ger tað truplari hjá russarum at njósnast í Føroyum.

Martin Lidegaard, politiskur leiðari í Radikala vinstra sigur, at hann hevur leingi havt vónina um, at føroyingar tóku eina avgerð sum hesa.

Danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, sigur við DR, at tað hevur stóran týdning at øll londini í ríkisfelagsskapinum leggja trýst á Russland.

Tí tekur hann tað sum eitt gott tekin, at Føroyar nú herða revsitiltøkini ímóti Russlandi.

Talsmaðurin í føroyamálum hjá Sosialdemokratunum, Anders Kronborg, sigur við DR, at hann leggur seg ikki út í føroysk viðurskifti.

Hann veit, at føroyingar viðgera støðuna, so hann fer ikki at blanda seg upp í tilgongdina, tí hetta er eitt føroyskt málsøki burtur av, leggur hann dent á.