Felagið Føroysk Ross ynskir at útflyta føroysk ross fyri at bjarga stovninum

Tað gongur striltið at bjarga føroyska rossinum, heldur Felagið Føroysk Ross. Tí ynskir felagið at útflyta føroysk ross, fyri at bjarga stovninum, men núverandi lóg forðar fyri hesum. Felagið vónar, at ein undirskriftainnsavnan kann hjálpa til, at lógin verður broytt, so framtíðin hjá føroyska rossinum kann tryggjast

Sigurjón Einarsson
28. september 2021 kl. 17:05

Felagið Føroysk Ross rópar varskó.

Felagið sigur, at støðan hjá føroyska rossinum er sera álvarsom. Ov fá fyl verða folað árliga vegna mettaðan marknað í Føroyum. Tað eru einans umleið 25 ryssur í burðardyggum aldri, og av hesum eru tað umleið sjey til tíggju ryssur, sum verða brúktar í aling. Sambært The Food and Agriculture Organization (FAO) skal stovnurin av aliryssum upp um 3.000 ryssur, fyri at stovnurin ikki skal verða hóttur.

– Talið av ryssum, sum verða brúktar til aling, skal upp á 3.000 ryssur í burðardyggum aldri árliga, fyri at slagið ikki skal vera hótt, so støðan er meira álvarsom, enn áður hildið, sigur nevndarforkvinnan í Felagnum Føroysk Ross, Jóna Adelaide Ólavsdóttir.

Forkvinnan í felagnum sigur, at tey hava fingið dagførd tøl, sum greiða frá, hvussu nógv skal til, áðrenn stovnurin hevur tað gott. Tað skulu 3.000 ryssur til, fyri at stovnurin hevur tað okey, men har skulu 6.000 ryssur til, áðrenn stovnurin hevur tað gott.

Ynskja at útflyta føroyska rossið

Felagið Føroysk Ross heldur, at ein góð loysn á hesum trupulleikanum kundi verið at útflutt nøkur føroysk ross til Danmarkar, har eftirspurningur er eftir føroyskum rossum. Í løtuni ber hetta tó ikki til, tí í Føroyum er eingin lóggáva um at skráseta ross, og tí hevur eingin myndugleiki ella felag í Føroyum, sum nú er, heimild til at vátta upplýsingarnar í einum rossapassi. Felagið Føroysk Ross vónar tí, at við at gera eina undirskriftainnsavnan, verður ein lóg um útflyting av føroyskum rossum úr Føroyum gjørd og sett í verk, so føroysk ross kunnu útflytast.

– Við hesi undirskriftarinnsavnanini vilja vit fyrst og fremst tryggja framtíðina hjá føroyska rossinum, sigur Jóna.

Forkvinnan í Felagið Føroysk Ross sigur, at tey hava stríðst fyri at varðveita føroyska rossið í nógv ár, men tey mugu ásanna, at talið kemur ikki nóg høgt upp, hóast nógv átøk hava verið gjørd. Tí vóna tey, ið vara av føroyska rossinum, at tey kunnu fáa hjálp úr útlandinum.

– Soleiðis sum umstøðurnar í Føroyum eru beint nú, gongur sera striltið bjarga okkara føroyska rossastovni. Áhugin í at eiga føroysk ross í Føroyum er ov lítil, og illa ber til at skipa eina skilagóða aling. Tí hava vit tørv á hjálp frá útlandinum, men vegna væntandi lóggávur, ber ikki til at útflyta føroysku rossini, sigur forkvinnan.

Jóna Adelaide Ólavsdóttir sigur, at tað eru umleið 700 fólk, ið longu hava skrivað undir undirskriftarinnsavnan hjá Felagnum Føroysk Ross.

Til ber at lesa meira um undirskriftainnsavnanina her.

Hon leggur afturat, at felagið hevur í dag verið á kunnandi fundi við Magnusi Rasmussen, landsstýrismanni, ið umsitur búnaðarmál, har Felagið Føroysk Ross lýsti álvarsliga støðuna fyri landsstýrismanninum. Partarnir hava avgjørt at hava ein uppfylgjandi fund, har landsstýrismaðurin hevur lovað at kanna verandi lóggávu til komandi fundin.  

– Tað er góður dialogur millum partarnar, men vit halda fram við at savna undirskriftir, ið vónandi verða nógvar, sum vit so kunnu handað landsstýrismanninum, sigur forkvinnan í Felagnum Føroysk Ross, Jóna Adelaide Ólavsdóttir.  

Les meira um felagið her.

Fakta um føroyska rossið:

Ross hava verið í Føroyum alt tað, fólk vita um at siga. Avbyrgda støðan í Norðuratlantshavi gjørdi, at rossið lagaði seg eftir viðurskiftunum. Bara tey ross, sum toldu veðurlagið, yvirlivdu, og føroyingar fingu eitt rossaslag, um var sterkt, harðført og fótafimt.

Fleiri søguligar keldur nevna føroyska rossið. Bæði Lucas Debes, Jens Christian Svabo, James Wright og Jørgen Landt umrøða føroyska rossið í sínum lýsingum av Føroyum og siga, hvussu óført tað er til styrki. Rossið gekk úti í haganum allan veturin. Farið varð í hagan eftir rossinum at reiða tøð, torv og tara. Í hoyna vóru aftur boð eftir rossinum, og riðið varð eisini millum bygdir á rossum. Bert tey “fínu” høvdu ráð til saðil. Bæði fram- og halafaksið bleiv skorið, ella klipt, til gerð av kota-knappum og til at spinna faksareip ella faksabond, sum vórðu nýtt til til dømis lesning. Tá rossi at enda, útslitið doyði, var húðin brúkt til húðaskógvar. Men føroyingar ótu ikki rossakjøt.

Útfluttu ross í 19. øld

Fyrst í 19. øld vóru um 800 ross í Føroyum, men seinna helming av øldini vórðu nógv føroysk ross útflutt. Bretar keyptu tey bestu rossini til arbeiðsross í kolanámum og nøkur til ríðingarross hjá ríkmannabørnum. Tá fólk í 1880-unum fóru at brúka plógv og vogn, hildu tey, at føroyska rossið var ikki nóg sterkt til at draga hesi tungu útlendsku amboðini. Havast skal í huga, at mong sterk ross longu tá vóru farin av landinum.

Umrøtt varð nú, hvat gerast skuldi, og tvídráttur tók seg upp. Nøkur hildu, at skjótast og best var at innflyta sterkari útlendsk ross úr til dømis Noregi at blanda við tey føroysku, meðan onnur ráddu til miðvíst at seta við undan teimum frægastu føroysku rossunum og avmarka útflutningin, tí hóast hetta fór at taka longri tíð, var tað tryggari, hildu tey.

Úrslitið av tvídráttinum gjørdist, at fleiri stórir greðingar komu úr Noregi, mest Fjord-hestar, men eisini nakrir Døle-hestar. Blandingsrossini, sum spurdust burturúr, vóru størri og sterkari enn føroyska rossið, men toldu ikki eins væl og upprunaligu rossini føroyska veturin og doyðu tí ofta úti um várarnar. Tá ríðiíttróttin seinni tók seg upp, gramdu fólk seg um, at blandingsrossini vóru ov hørð at ríða á, og loyvi varð tí givið at innflyta íslandsross.

Carl Johan Beck, sum kom heimaftur til Føroya at vera djóralækni í 1918 og virkaði her í næstan 40 ár, hevur greitt frá, hvussu sterk, turr og góð bein og hógvar føroysku rossini høvdu. Tey fyrstu mongu árini viðgjørdi hann bara eitt ross fyri beinsjúku. Tað var ein hestur, sum var blivin lamin eftir at hava skorið seg av líggja.

Flestu rossini í Vágum

Ógvusliga blandingin við norsk og íslendsk ross gjørdi, at fólk flest hildu einki vera eftir av føroyska rossaslagnum, tá 1950-ini komu. Men rossið fanst. Allar sýslur uttan Vága sýsla samtyktu fyri mongum árum síðan á grannastevnum, at rossini skuldu takast inn um veturin. Úrslitið av hesum varð, at um veturin sluppu fólk í øllum sýslum uttan Vága sýslu sær av við tey ross, tey ikki høvdu brúk fyri. Eftir vóru tí bert arbeiðs- ella ríðingarross, sum í flestu førum vóru blandingsross ella íslendsk.

Í Vágum gingu rossini úti alt árið heilt til 1980-ini. Sera nógv ross vóru í Vágum, tí fólk høvdu ross, hóast tey ikki høvdu so nógv brúk fyri teimum. Í kavaódnum kundu stórir rossaflotar koma oman móti gørðunum. Av tí, at bara ein góðkendur greðingur í senn hevði loyvi at ganga úti, var tað ikki so løgið, at leitast skuldi eftir møguligum leivdum av føroyska rossinum júst í Vágum.

Bert fýra uppruna ryssur og ein greðingur eftir

Fýra ryssur og ein greðing funnu tey fram til, og eru hesi forfedrar til øll tey núlivandi føroysku rossini, eini 90 í tali. Føroyska rossið varð lýst sum egið slag í 1978, og var hetta aftur staðfest við DNA-kanningum í 2003.

Føroyska rossið er framvegis álvarsliga hótt, og talið skal upp á minst 3.000 ryssur í burðardyggum aldri árliga, áðrenn talan ikki er um álvarsliga hótt djór. Sambært The Food and Agriculture Organization (FAO) skal stovnurin av aliryssum upp um 3.000 ryssur, fyri at stovnurin ikki skal verða hóttur og 6.000 ryssur, áðrenn stovnurin hevur tað gott.