Felagshúsið hjá Føroya Ríðingarfelag verður tvífalt so stórt

Nú er útbyggingin av felagshúsinum hjá Føroya Ríðingarfelag farin í gongd

Sjúrður Holm, stjóri í Búsetur, og Brandur í Dali, formaður í Føroya Ríðingarfelag
Sigurjón Einarsson
10. mai 2022 kl. 09:40

So er spakin settur í at útbyggja felagshúsið hjá Føroya Ríðingarfelag.

Nevndin í Føroya Ríðingarfelag avgjørdi tíðliga í vár at útbyggja felagshúsið við umleið 160 fermetrum. Aðalfundurin í mars tók eisini einmælt undir við hesum.

Tað skrivar heimasíðan hjá Føroya Ríðingarfelag.

Felagið skrivar, at Uni Patursson hevur staðið fyri at tekna nýggja útbygningin, ið er størri enn verandi felagshús. Soleiðis verður talan um meira enn eina tvífalding av fermetratalinum.

Føroya Ríðingarfelag skrivar eisini, at sáttmáli er síðani undirskrivaður við Búsetur um at gera arbeiðið sum heildarveiting.  

– Tað dró eitt sindur út at fáa byggilovir og annað formelt, men beinanvegin tað kom undir land fór byggifelagið í gongd, skrivar felagið

Byggitíðin er mett til seks mánaðir, og tað fer at ávirka virksemi hjá felagnum hesa tíðina.

– Men tá tað er liðugt fáa vit eitt felagshús sum verður munandi betri enn verandi, serliga verður tað salurin, goymsla og vesimøguleikar ið vera betri, skrivar Føroya Ríðingarfelag.

Tað var á heysti í 1993, at limir felagsins fóru undir at byggja eitt felagshús á økinum í Havnadali. Limirnir útvegaðu sjálvir stóran part av tilfarinum við at taka gomlu ísgoymsluna á Bacalao niður, umframt gólvið í Havnar Bio, tá hann aftur varð umbygdur til biograf.

Føroya Ríðingarfelag varð stovnað tann 25. Februar í 1943.