Ferðslu-ruðuleiki í Gøtu í gjár

Ein teinur, tað tekur 12 - 13 minuttir at koyra, tók næstan ein tíma eitt skifti seinnapartin í gjár

Bilarøðin var long í gøtu í gjár. Myndin er av Facebook
Áki Bertholdsen
20. september 2023 kl. 08:52

Seinnapartin í gjár ringdu fleiri bilførarar til løgregluna at boða frá, at ruðuleiki var í ferðsluni á landsvegnum framvið Gøtu.

Løgreglan sigur, at støðan var tann, at landsvegurin ímillum Gøturnar báðar, varð asfalteraður. Í tí sambandi hevði fyritøkn, sum asfalterar fyri Landsverk, eisini sett ljósregulering upp.

Men signalini í ljósreguleringunum hvørju megin arbeiðsøki, passaði ikki saman. Løgreglan fór á staðið og fekk staðfest, at ljósreguleringin varð ikki sett upp eftir forskriftunum, so tað varð rættað.

Men hetta elvdi til at bíðirøðin av bilum, sum ikki sluppu fram, bara vaks og vaks. 

Ein bilførari, sum stóð fastur skrivaði á Facebook, at ein biltúrur, sum plagdi taka 12-13 minuttir, tók næstan ein tíma eitt skifti seinnapartin í gjár.

Ein annar bilførari heldur, at bilførarar mugu eisini taka í egnan barm, tí tað vóru nógv, sum ikki virdu ljósini. Hann sigur, at trupulleikin var at bilar hildu fram at koyra 10 - 20 sekund aftaná ljósið var reytt. 

– Hetta skumpaði alt út av lagi, sigur hann. Hann sigur, at hann  var fremsti bilur til reytt ljós, men hann varð yvirhálaður av einum, sum kom aftan ífrá og koyrdi, hóast hann hevði reytt ljós.

– Tá ið vit fingu grønt, kom mótkoyrandi ferðsla, leggur hann afturat