Ferðsluhóhapp kundi endað heilt galið

Ein yvirháling uttan fyri Norðskálatunnilin í gjár kundi endað heilt galið, tá yvirhálandi bilurin møtti mótkoyrandi ferðslu

Tað endaði tíbetur bert við materiellum skaða, tá ein yvirhálandi bilur í gjár møtti mótkoyrandi ferðslu uttan fyri Norðskálatunnilin. Mynd: Unsplash
Steinar Patursson
15. september 2022 kl. 16:25

Tað kundi endað galið, tá ein bilførari í gjár royndi at yvirhála ein bil við tunnilsmunnan á Norðskálatunlinum.

Vaktleiðandi á løgreglustøðini sigur, at bilurin royndi at gera eina yvirháling, men møtti síðani mótkoyrandi ferðslu, og royndi tí at sleppa inn á egna koyribreyt aftur. Bilurin rakti tá reyvina í bilinum frammanfyri, og onkur materiellur skaði stóðst av hendingini.

Tað var ikki ein heilt vandaleys støða, sigur vaktleiðarin, tí vandi kundi verið fyri, at yvirhálandi bilurin sneiddi bilin framman fyri inn á hina koyribreytina við at rena á reyvina á vinstru síðu, men ”tíbetur” var talan um ein lastbil, sum altso ikki var so lættur at førka.

Um middagsleitið í gjár fór alarmurin á Løgmansskrivstovuni frá, men vakthavandi sigur, at talan var um falskan alarm, og løgreglan varð fráboðað um feilin, áðrenn ein patrulja varð send avstað.