Feskar upptøkur av Hellutanga á Víkum

Hellutangi liggur framvegis á Víkum, og fleiri royndir verða ikki gjørdar at taka burtur fóðurflakan í ár. Jensjáku Hansen hevur gjørt nýggjar upptøkur av fóðurflakanum í vakra náttúruumhvørvinum.

Steinar Patursson
8. desember 2021 kl. 11:59

Fóðurflakin Hellutangi liggur framvegis á Víkum, har hann rak á land 5. apríl í ár, og herfyri var Jensjáku Hansen og tók sjónband av fóðurflakanum, sum liggur í briminum.

Hellutangi sleit á og rak á land við Reipsáfoss 5. apríl í ár, og hóast royndir hava verið gjørdar at fáa fóðurflakan leysan aftur, er hetta ikki eydnast, og hann liggur har enn.

Sum sæst á upptøkunum, er Hellutangi nakað rustaður, síðan hann setti seg fastan, og Atli Gregersen, stjóri í Luna, sum eigur Hellutanga, segði við Kringvarpið í juni mánaði, at helst er Hellutangi vorðin vrak.

- Sjálvt um tað er keðiligt og stórur smeitur fyri Luna og náttúruna, so eri eg hugtikin av Hellutanga har hann liggur, sigur Jensjáku Hansen, sum hevur gjørt upptøkurnar.

- Hettar er ein áminning um at náttúran er ikki at spæla við.

Luna hevur boðað frá, at fleiri royndir verða ikki gjørdar at taka burtur Hellutanga í ár.

Sí sjónbandið av Hellutanga niðanfyri.