Fíggjarlógin verður viðgjørd í dag

Løgtingið fer í dag at hava fyrstu viðgerð av uppskoti at geva heimild at býta upp embætisuppgávur millum próstar

Jóannes Hansen
27. mars 2023 kl. 10:32

Tað verður tingfundur nú klokkan 11. Tvey mál eru á skrá. Tað fyrra er 2. viðgerð av uppskotinum um fíggjarlóg fyri fíggjarárið 2023, og hitt er uppskot um broyting í løgtinglóg um fólkakirkjuna í Føroyum. Tað snýr seg um heimild at býta upp embætisuppgávur millum próstar.

Fríggjadagin legði fíggjarnevndin fram álit í sambandi við uppskot um fíggjarlóg fyri 2023. Talan var um samda nevnd, sum legði fram álit. Í fíggjarnevndini eru Eyðgunn Samuelsen, formaður, Beinir Johannesen, næstformaður, Bjarni Hammer, Eirikur í Jákupsstovu, Hanna Jensen, Magnus Rasmussen og Steffan Klein Poulsen.

2. viðgerð av fíggjarlógini endar við atkvøðugreiðslu. Áðrenn fíggjarlógin verður galdandi, skal hon eisini verða samtykt við 3. viðgerð og verða lýst í Kunngerðarblaðnum.