Filmsbrot um fólkadráp: Flóttar sum arbeiðsmegi

Regin Jacobsen greiðir frá, hvussu Bakkafrost og nærumhvørvið hjálpti flóttafólkunum at fáa arbeiðs- og upphaldsloyvi í Føroyum og um týdning av integratión

Sigurjón Einarsson
27. januar 2021 kl. 14:30

Holocaust-dagur verður hildin kring heimin í dag - 27. januar. Løgtingið samtykti í 2019 at gera henda dagin til almennan minningardag um Holocaust og onnur fólkadráp. Í uppskotinum verða onnur fólkadráp enn Holocaust á okkara døgum eisini nevnd.   

Til tiltakið í Skúlanum við Streymin í dag segði Regin Jacobsen millum annað, at fólkini, sum komu til Føroya sum flóttafólk, eru í dag føroyingar og liva og virka her ímillum okkum uttan trupulleikar.

Tá hann varð spurdur, um hann kundi funnið uppá at gjørt hetta umaftur, segði Regin Jacobsen, at tað kundi væl hent seg.

Regin Jacobsen helt eisini, at almennu Føroyar kundu verið meira proaktivar við at hjálpa flóttarfólki.

- Vit eru smá og kunnu ikki hjálpa øllum, men vit kunnu hjálpa nøkrum, og fyri tey sum vit hjálpa hevur tað alt í verðini at siga, segði Regin Jacobsen millum annað.

Her greiðir Regin Jacobsen frá, hvussu hann og familjan, Bakkafrost og nærumhvørvið hjálpti flóttafólkunum at fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum og um týdningin av integratión: