Filmsfelagið vísir film við føroyskum ísletti

Í komandi filminum hjá Filmsfelagnum "The Anatolian Leopard" komandi mikukvøld hevur Jón Hammer og felagið Tectonic VFX staðið fyri visuellu effektunum

Tíðindaskriv
21. apríl 2022 kl. 09:14

Visuellar effektir er nýggj grein í føroyskari filmsframleiðslu. Mikukvøldið í komandi viku er høvið at síggja størsta føroyska avrik hjá Tectonic VFX á hesum øki. Tað er í altjóða filminum ”The Anatolian Leopard”, sum Emre Kayiş, ið er føddur í Ankara í 1984, hevur leikstjórnað. Emre er hugtikin av storytelling - at siga søgur á filmi. Filmsfelagið frumsýnir í Føroyum.

Um filmin
Í eini roynd at steðga privatiseringini av arbeiðsplássinum, knýta einsami stjórin og tigandi skrivstovukvinnan í elsta turkiska djóragarðinum óvæntað bond, tá tey vilja fjala, at elsta dýrið í garðinum, hin anatolski leopardurin, er deyður. Tá tey siga, at leopardurin er rýmdur, missa tey tamarhaldið á søguni, tí fleiri siga seg hava sæð dýrið, sum fer at liva sítt egna lív í stilla og gráa høvuðsstaðnum.

Føroysk framleiðsla
Fyri Adomeit Films er Jón Hammer medframleiðari, og Tectonic VFX, har Andrew Bandara er stjóri, hevur staðið fyri visuellu effektunum í ”The Anatolian Leopard”. Hetta er fyrsti altjóða filmur við so umfatandi visuellum effektum, sum ein føroysk fyritøka hevur gjørt. Vissuliga kann sigast, at hetta er nýggj grein í føroyskari filmsframleiðslu.

Fleiri virðislønir
Higartil hevur ”The Anatolian Leopard” vunnið nýggju virðislønir, m.a. FIPRESCI virðislønina á altjóða filmstevnini í Toronto (TIFF).

Sýningin hjá Filmsfelagnum í Havnar Bio er almenn.

Filmsfelagið 27/4 klokkan 20: The Anatolian Leopard (Emre Kayiş Turkaland, Týskland, Pólland, Føroyar 2021 91 min).