

Hetta vikuskiftið hevur løgreglan gjørt nógv burtur úr at kanna ferðsluna, serliga við tí endamáli at vita um bilførarar vóru edrúir.
Í hesum sambandi eru heili fimm fólk tikin fyri at at bróta lógina um rúsevni.
Beint eftir náttúrða í gjárkvøldið steðgaði løgreglan einum bili við Havnina og tá ið hann varð kannaður, vísti tað seg, at bilførarin var ávirkaður av rúsevnum.
Í gjárkvøldið varð eisini ein bilførari tikin í Suðuroynni og tá ið hann varð kannaður, vísti tað seg, at hann hevði 0,55 gramm av hassji uppi á sær. Tað fær hann eina bót fyri.
Í síðstu nátt tók løgreglan tveir bilførarar fyri at koyra ávirkaðir av rúsevnum.
Samstundis tók løgreglan eisini tvey fólk afturat síðstu nátt við smávegis nøgdum av hassji uppi á sær. Tey høvdu eitt gott gramm í part og tað fáa tey eina bót fyri.
Og seinnapartin í gjár steðgaði løgreglan eisini einum bili í Eysturoym og tann bilførarin varð skuldsettur fyri at koyra við kenning.
Málini um bilførararnir ganga so sína gongd og tað verður so úrslitið av blóðroyndunum sum vísa, hvørja revsing teir fáa.
Í nátt steðgaði løgreglan eisini fleiri bilum fyri at vita um bilførararnir vóru edúir, og tað vóru teir.