Fimm føroyskar reiðkvinnur kappast til DM

Tá DM í gonguløgum fyri íslandsross byrjar í Herning í dag, vera ikki færri en fimm føroyskar reiðkvinnur við

Kristian Waag Dam
14. juli 2022 kl. 13:42

Tá DM í gonguløgum fyri íslandsross byrjar í Herning í dag, vera ikki færri en fimm føroyskar reiðkvinnur við.

Tað man vera fyrstu ferð at Føroyar eru so væl umboðarar til eina DM kapping í gonguløgum. Tað er vanliga sera dýrt at fara uttanlanda at kappast, men av tí at tær tríggjar Beinta P. Debes, Ragnheiður Ólafsdóttir og Ester Dahl á Heygum skula til NM í Álandi í august, avgjørdu tær at fara tíðliga til Danmarkar, soleiðis at tær kundi fáa DM við sum eina bonuskapping. Afturat teimum koma so Rakel Tindskarð og Elin Tindskarð, sum báðar búgva í Danmark.

Danmark telist millum fremsti tjóðir innan hesar kappingar, so tað er kanska ov nasadjarvt at seta vónirnar alt óv høgt, ikki tað Elin Tindskarð hevur ofta verið við í oddinum og man eisini fara at vera millum bestu boðini um eitt finalupláss millum okkara.