Fimta løgtingsvalið í ótíð

Hósdagin 8. desember skulu føroyingar á løgtingsval. Hetta er samstundis fimtu ferð, at løgtingsval verður í ótíð

(Mynd: Álvur Haraldsen/EPA-EFE)
Sigurjón Einarsson
10. november 2022 kl. 12:15

Tá løgmaður í tinginum í gjár trýsti á valknøttin, so hevði tað eisini við sær, at nýval verður í ótíð.

Hetta er samstundis fimtu ferð, at løgtingsval verður í ótíð.

Tað veit heimasíðan valúrslit at siga.

Fyrstu ferð, at vit í Føroyum høvdu løgtingsval í úrtíð, var í 1980. Tá slitnaði stóra samgongan millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkkin. Hon hevði tá sitið við valdið í tilsamans seks ár. Ósemjan snúði seg um millumlandasiglingina hjá Smyrli millum Skotlands og Føroya.

Tann 24. september 1980 skrivaði Dagblaðið, málgagnið hjá Fólkaflokkinum, at “allar royndir at fáa verandi samgongu at halda fram, eru til fánýtis”.

Tíggju ár seinni, í 1990, var aftur løgtingsval útskrivað í úrtíð.

Hesa øldina hava trý løgtingsval verið útskrivað fyri tíð.

Í 2004 var løgtingsvalið ein uppgerð um ríkisrættarligu støðuna, eftir at fullveldissamgongan fór í søguna.

Og í 2011 var stevið so mikið tungt í ABC-samgonguni, eftir mangar hóttanir um samgonguslit, har eisini nógv tung mál á skránni, so sum pensjónsnýskipanin, kommunusamanlegging umframt eina fíggjarlóg, ið ikki var semja um, at Kaj Leo Holm Johannesen valdi at útskrivað val.

Yvirlit yvir løgtingsval í ótíð:
1980
1990
2004
2011
2022