Fingu grindahval í garnið

- Hann var fyri so vítt lættur at hava við at gera, tá vit fingu hann upp, sigur skiparin umborð, Glenn-Thomas Madsen, sum einans hevur uppliva slíka hending tvær ferðir fyrr í síni tíð sum sjómaður

Her sæst grindahvalurin. (Mynd: Klævtind).
Kristian Waag Dam
7. juni 2022 kl. 15:02

- Tað er lukkutíð sjáldsamt at slíkt sker, greiður skiparin, Glenn-Thomas Madsen, frá fyri norska Kringvarpinum. Hann vísir á, at manningin ikki kundi gera nakað fyri forða hesi hending.

Sjáldsama hendingin, ið manningin umborð á “Klævtind” var vitni til, fór fram mikudagin í síðstu viku. Í stuttum svam grindahvalurin seg fastan í garnið og druknaði síðani. Manningin var skjótt at fáa tann sjáldsama fongin uppá dekki.

- Hann var fyri so vítt lættur at hava við at gera, tá vit fingu hann upp, sigur skiparin umborð, Glenn-Thomas Madsen, sum einans hevur uppliva slíka hending tvær ferðir fyrr í síni tíð sum sjómaður.

- Hann var heldur ikki so ógvuliga stórur, so tað gekk væl at sleipa hann inn. Hevði hann verið eitt sindur størri, so høvdu vit ikki megnað tað, greiður skiparin nærri frá fyri norska Kringvarpinum.

Glenn-Thomas Madsen, skipari, greiður frá í greinini, at manningin umborð var varug við føroysku matmentanina og tískil vistu at talan var um gott kjøt. Nakrir av manningini gjørdist svangir í øllum rokanum. Tískil skóru nakrir sær nakrar búffar til matna og væl smakkaði.

-  Eg havi ikki hoyrt annað enn, at tað var tað besta teir hava smakkað. Eg grillaði sjálvur ein búff heima og tað var heilt fantastiskt, sigur ein mettur og væl settur skipari við norska Kringvarpið.

Í Noreg er tað einans loyvt at veiða sildreka, men bert fyri teir bátar, ið hava loyvið.