Eftir 14 kappingarár og 155 mál fyri besta liðið hjá GÍ/Víkingi, og eitt tíðarskeið uttanlands, hevur Finnur Justinussen valt at takka fyri seg á hægsta stiðið.
- “Tað er við sorgblídni, at síðsti dystur fyri besta liðið hjá Víkingi er spældur.
Við einum meistaraheiti, verður tað neyvan eitt betri tíðspunkt at seta gaggurnar á hillina.
Mín fótbóltsleið hevur ført meg eitt sindur runt, tað hevur verið spennandi og mennandi, men tað er í Víkingi at mítt fótbóltsheim hevur verið.
Eg vil fegin senda eina stóra tøkk til øll í Víkingi. Takk fyri allan stuðul og nógv góð minnir, sum eg og familjan hava fingið ígjøgnum árini. Takk til fyrrverandi venjarar og viðleikarar, sum hava ein stóran lut í míni fótbóltsleið.
Ein serlig tøkk fer til alt toymi rundan um besta liðið og ikki minst, mínir fantastisku viðleikarar. Takk fyri óteljandi tímar á- og uttanfyri vøllin. Tað hevur verið strævið viðhvørt, men bara at vera saman við tykkum, ger alt lættari og stuttligari. Hetta er nakað, eg fari at sakna í gerandisdegnum.
Hóast gaggurnar eru settar á hillina, verið eg ein partur Víkingi á ein annan hátt.
Takk fyri meg, FJ 17.”
Finnur hevur verið við til at vinna fimm steypagull, og hevði ein lítlan leiklut til FM í 2016, og tí kann sigast at hann endar á toppinum við einum FM heiti aftrat.
Eitt stórt kappingarár fyri Finn, sum eftir drúgvan skaða hevur víst, at tað enn er dugur í honum.
Tað er við sorgblídni at vit takka Finni fyri tíðina, tó at vit gleðast um, at hann framhaldandi kemur at hava ein leiklut í felagnum.
Serliga koma vit at minnast hann fyri hansara grótharða arbeiðsinnsats, øll málini og so hansara skemtiliga lyndi.
Takk fyri FJ17