Fípudreingirnir vunnu barnaróðurin

Barnaróður dreingir: Ungu heimadreingirnir høvdu uppvísning í heimasjógvi

Jóannes Hansen
3. juni 2023 kl. 15:42

Tað var Fípan Fagra úr Klaksvík, sum vann dreingjaróðurin í barnaróðrinum. Teinurin at kappast á er 500 metrar, og Fípan Fagra var meiri enn 13 sekund undan næstfremsta báinum.

Næstfremsti báturin var Falkur hjá teimum í Hósvík. Hann var í stórari kapping við Blik av Argjum.