Fiskimálaráðharrin vitjaði umborð á Jákup Sverra

Mikudag í farnu viku vitjaði fiskimálaráðharrin, Árni Skaale, umborð á havrannsóknarskipinum, Jákup Sverra

Landsstýrismaðurin Árni Skaale saman við umsitingini í Fiskimálaráðnum umborð á Jákup Sverra. (Mynd: hav.fo).
Kristian Waag Dam
19. mai 2022 kl. 13:02

Havrannsóknarskipið, Jákup Sverri, hevði forkunnuga vitjan mikudagin í síðstu viku, tá var fiskimálaráðharrin, Árni Skaale, saman við umsitingini á vitjan.

Vitjanin hevur leingi verið ávegis, men er vorðin útsett fleiri ferðir, millum annað av korona. Byrjað var við einum døgurðabita og síðani vórðu gestirnir vístir runt á øllum skipinum.

Havrannsóknarskipið Jákup Sverri hevur nú verið í rakstri meira enn eitt ár og hevur skipið roynst avbera væl. Jákup Sverri er gjørdur til at lúka øll nútíðarkrøv til eitt havrannsóknarskip. Tískil er skipið eitt týdningarmikið og sera væl útgjørt amboð hjá Føroyum í arbeiðinum at fáa til vega ta nýggjastu vitanina um okkara sjófeingi.