Flaggdagshald, flaggdagsrenning, Føroya Ellisakfør og MC-vinir

Flaggdagshaldið í Tórshavnar kommunu, flaggdagsrenning og framsýningin hjá Føroya Ellisakfør, MC-vinir verða á skránni í dag - flaggdagin 25. apríl 2021

Tíðindaskriv
25. apríl 2021 kl. 09:00

Flaggdagshaldið, flaggdagsrenning og framsýningin hjá Føroya Ellisakfør, MC-vinir verða á skránni í dag - flaggdagin 25. apríl 2021, og tá verða hesir vegir stongdir fyri allari ferðslu:

Frá klokkan 14 verður gongugøtan frá Sverrisgøtu oman á Vaglið og Áarvegurin frá Vaglinum til Havnagøtu stongd.  Eisini verður stongt í Mylnugøtu og í niðasta parti av Tinghúsvegnum.

Frá klokkan 15.30 til 17.30 verða Áarvegur, frá Vaglinum til Havnagøtu og til rundkoyringina úti við Skansan - og vegurin Yviri við Strond frá rundkoyringini til Hoyvíksvegin stongdir.

Frá klokkan 14 til 17 er Tórsgøta stongd, har Føroya Ellisakfør hava framsýning.