Fleiri bústaðir til føroyingar

Bústaðir skulu byggja almentgagnligar íbúðir saman við kommununum.

Jógvan Kallsgarð Joensen
29. november 2022 kl. 09:25

Bústaðir skulu byggja almentgagnligar íbúðir saman við kommununum,.

Tað má verða lættari hjá Føroyingum at seta føtur undir egið borð. Besti mátin at gera hetta er at økja um útboðið á bústøðum í Føroyum. Bæði á leigubústøðum og fastognum, tí hesi hanga saman. Javnaðarflokkurin vil gera tað møguligt hjá Bústøðum at byggja alment gagnligar íbúðir, saman við kommununum í Føroyum. Ítøkiliga kundi hetta verið gjørt í samstarvi, har bústaðir veitir lánsfígging og kommunan ger byggibúningina. Ein slík íløga hevur onki krav um avkast, men hevur til endamáls at lætta um trýstið á bústaðarmarknaðinum.

Tað eru ikki øll ið ynskja, eg megna, at búgva í stórum sethúsum. Tí er tað av stórum týdningi, at bústaðarmarknaðurin gerst meira fjølbroyttur. Tí mugu slíkar verkætlanir eisini umfata smáar íbúðir, so støk eisini kunnu fáa tak yvir høvdið. Tað er ikki rætt, at ein maki, ella arvur, skal verða fortreytin fyri einum bústaði. Eitt fulltíðarstarv má verða nóg mikið til ein bústað.

Jógvan Kallsgarð Joensen, valevni fyri Javnaðarflokkin.