Fleiri gistingarhús í Katar taka ikki ímóti samkyndum gestum

Trý gistingarhús, sum Fifa viðmælir frammanundan HM í fótbólti í Katar í vetur, nokta samkyndum at gista á teirra gistingarhúsum

Kristian Waag Dam
12. mai 2022 kl. 15:52

Forsetin í Fifa, Gianni Infantino, hevur seinastu tíðina ferðast kring heimin við boðskapinum: HM í Katar er fyri øll. Men hesin boðskapurin er langt frá veruleikanum. Tí um tú ert samkyndur og ætlar til HM í Katar, so verður tað ein avbjóðing, tí samkynd hava ikki somu rættindi sum onnur í Katar. Í øllum førum ikki á øllum gistingarhúsunum. Tað vísir ein nýggj kanning, sum almennu donsku, norsku og svensku tíðindamiðlarnir, DR, NRK og SVT, hava gjørt.

Á heimasíðuni hjá Fifa, eru 69 gistingarhús viðmæld, men trý av teimum nokta at taka ímóti samkyndum. Tey trý gistingarhúsini eru The Torch, Magnum Hotel & Suites Westbay og Wyndham Grand Regency.

Tá svenska tíðindastovan, TT, ringdi til gistingarhúsið The Torch, svaraðu tey soleiðis:

- Takk fyri spurningin, men sambært okkara gistingarhúspolitikki kunnu vit ikki taka ímóti tykkum.

Í kanningini vísti tað seg, at 33 av teimum 69 gistingarhúsunum, ikki høvdu nakað ímóti at samkynd gistu í gistingarhúsum teirra. 20 gistingarhús aftrat játtaðu at taka ímóti samkyndum gestum, men hesi 20 gistingarhúsini ráddu samstundis gestunum til, ikki at gera sín samkynleika  sjónligan alment. Tey síðstu 13 gistingarhúsini hava ikki svara fyrispurningunum hjá DR, NRK og SVT.

Sambært forsetanum í Fifa, Gianni Infantino, skulu allir gestir hava atgongd til gistingarhús í Katar. Í kanningin svarar Fifa ikki fyrispurninginum hjá SVT um, hví hesi gistingarhúsini nokta at taka ímóti samkyndum. Fifa skrivar soljóðandi til SVT:

- Fifa er sannført um, at øll neyðug tiltøk fara at koma uppá pláss fyri LGBTQI viðhaldsfólk og onnur, soleiðis at tey kunna njóta kappingina á ein innbjóðandi og tryggan hátt.

HM í Katar verður eftir ætlan í døgunum frá 21. november til 18. desember.