Flogbóltskvinnurnar skulu reisa seg

Flogbóltskvinnurnar spæla í kvøld móti Rumenia, sum eisini verður mett at vera krútsterkt. Liðið tapti herfyri fyri Kroatia, men vísti, hóast tað, góðar taktir í løtum

(Mynd: Flogbóltssamband Føroya)
Sigurjón Einarsson
24. august 2022 kl. 10:19

Í triðja setti í dystinum móti Kroatia vístu føroysku kvinnurnar gott spæl og tað støgið skal haldast, um tær skulu fáa eitt gott úrslit í dagsins dysti ímóti Rumenia í kvøld.

- Hendan gongdin skal halda áfram í dystinum móti Rumenia. Vit skulu hava eitt munandi betri úrslit í hesum dystinum enn ímóti Kroatia og so skulu vit vinna sett ella dyst ímóti Ísrael, sigur Lars Engel, høvuðsvenjari, í tíðindaskrivi frá Flogbóltssambandinum.

Tær føroysku kvinnurnar møta aftur í dag einum krútsterkum liðið. Miðalhæddin í álopspartinum á rumenska liðnum er 184 sentimetrar. Flestu leikararnir á rumenska liðnum hava sína dagligu gongd í bestu deildini í Rumenia, men einstakar leika í bestu italsku deildini, sum er mett sum hin besta í heiminum.

Avbjóðingin hjá føroysku kvinnunum í byrjanini av dystinum móti Kroatia var allarhelst mental og ikki teknisk, tí hetta var fyrsta ferðin at leikararnir møttu so sterkari mótstøðu. Tá hendan avbjóðingin hevði lagt seg og kvinnurnar sóu seg hava møguleika at vinna teir bóltar, sum tær vanliga gera, gjørdist dysturin ein annar. 

Dysturin í kvøld byrjar klokkan 19, og verður spældur í høllini á Nabb. Flogbóltssambandið sigur, at atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo ella við dyrnar.