Flogbóltur, menn: Føroyar og Belgia spæla sunnudagin

Sunnudagin klokkan 17 spælir føroyska manslandsliðið í flogbólti á heimavølli ímóti Belgia í síðsta EM-undankappingardystinum í hesi fyrstu royndini millum størru flogbóltstjóðirnar í Evropa

Sigurjón Einarsson
20. august 2022 kl. 17:17

Seinasta mikudag vann Belgia seg í endaspælið við 3-0 sigri á Estlandi, og tí er ivasamt um Belgia sendir sítt sterkasta lið til Føroya, men í øllum førum eru eisini teir næstbestu ríkiliga sterkir at vinna á Føroyum.

Flogbóltssambandið veit at siga, at Føroyar spældu annars sín besta dyst í kappingini á útivølli ímóti Estlandi seinasta leygardag, hóast Estland vann ruddiliga 25-12, 25-16 og 25-15, men vónin er at gera tað í minsta lagi eins gott hesa ferð – og helst uppaftur betri.

Eisini kvinnurnar spæla sunnudagin, tá tær spæla sín fyrsta dyst í undankappingini á útivølli ímóti Kroatia. Tann dysturin verður klokkan 18 føroyska tíð.

Kunning um atgongunmerkjasølu og stroyming er at finna á heimasíðuni hjá Flogbóltssambandinum á www.fbf.fo.