Flogfelag veitir vín til útberingar

American Airlines roynir at ganga nýggjar leiðir, nú felagið hevur so lítið virksemi. Nú ber til at bíleggja vín frá felagnum, ið verður koyrt heim til kundan

Sigurjón Einarsson
25. januar 2021 kl. 15:17

Fleiri flogfør hjá American Airlines standa og verða ikki brúkt fyri tíðina, men meðan flogfelagið ikki kann flúgva vanligu ruturnar, so er felagið byrjað at koyra vín, sum vanliga verður borðreitt umborð, út til kundar, ið kunnu bíleggja á netinum.

Nýggja tænastan eitur “Flagship Cellars”, sum bjóðar sínum kundum, ið eru yvir 21 ár, at bíleggja vín fyri ein minstaprís á 99 dollarar, sum síðani verður koyrt heim til kundan. Eisini ber til at bíleggja við einum føstum mánaðargjaldi. Flogfelagið boðar tó frá, at hetta bert er galdandi so leingi, sum koronafarsóttin hevur fastatøku á samfelagið.   

Eisini ber til at brúka bonusskipanina hjá flogfelagnum til at bíleggja vørur fyri.

Talan er um gott vín, tí hetta vínið verður einans borðreitt fyri ferðafólki sum ferðast fyrstafloks.

Høvuðsorsøkin til, at American Airlines nú er farið at selja vín soleiðis er tann, at flogfelagið brennur inni við nógvum víni, sum bara stendur og samlar dust í stórum goymslum, so talan er bæði um fáa onkra inntøku í koronutíðini, men eisini sleppa av við vøru, ið felagið hevur á goymslu.