Flogferðslan í kvøld er avlýst

Ferðafólk, ið skuldu úr Keypmannahavn til Vágar sleppa ikki avstað í kvøld

Ragnar Sjúrðarson
20. januar 2023 kl. 16:55

Ferðandi úr Keypmannahavn til Vágar í kvøld klokkan 19 sleppa ikki avstað í kvøld.

Tað er veðrið í Føroyum, sum forðar fyri at RC459 kann lenda vesturi í Vágum.

Tað sæst at lesa á heimasíðuni hjá Atlantsflog.