Flyta úr Nólsoy

Ferðasambandið út til Nólsoyar hevur fingið bikarið at flóta yvir hjá familju í Nólsoy. Tey flyta nú av oynni

Sigurjón Einarsson
11. januar 2021 kl. 17:00

Nógv hevur verið skrivað um ferðasambandið til Nólsoyar og óhepnar hendingar á farleiðini. Nú hevur ein familja í Nólsoy fingið nokk. Tey hava gjørt av at flyta av oynni.

- Tað er øgiliga nógv, sum eg fari at sakna, nú vit flyta aftur til Havnar, men at sita og óttast fyri lívinum, tá mann skal heim, tí túrurin yvirum kennist ótryggur. Tað fari eg ikki at sakna, sigur Herborg Torkilsdóttir í einari dagføring á Facebook.

Nýggja eykaskipið hjá Strandferðsluni, Erla Kongsdóttir, hevur verið eitt stórt vónbrot fyri nólsoyingar, sambært nólsoyingum sjálvum. Tað gingu ikki meira enn fimm dagar, eftir at Erla Kongsdóttir var sett í sigling, so brotnaðu tveir rútar uttan ávaring. Hetta óhappið sendi ein skelk gjøgnum Nólsoyarbygd, og fleiri nólsoyingar siga seg ikki tora at sigla við Erlu Kongsdóttir eftir hesa hending. Stutt eftir hendingina kom alment skriv frá sjómonnum úr Nólsoy, har teir ávaraðu um at seta Erlu Kongsdóttir aftur í sigling um Nólsoyarfjørð á hávetri.

Rútarnir á Erlu Kongsdóttir eru nú skiftir, og nýggja avloysaraskipið er nú sett inn aftur í sigling um Nólsoyarfjørð. Leygardagin sigldi Herborg Torkilsdóttir við Erlu, har hon ikki kendi seg trygga. Serliga seinasta petti av túrinum var fyri henni ein stórur ampi.

- Túrurin klokkan 12.30 í dag gjørdi avgerðina um at flyta nógv lættari. Siðsta stykkið var vemmiligt, sigur hon.

Hevur gingið illa í hond

Tað hevur gingið illa í hond við nólsoyarferjunum í vetur. 40 ára eftirlitið hjá Ternuni hevur drigið út, og so skuldi nýggjan avloysaraferjan, Erla Kongsdóttir, sigla ístaðin, men tað hevur ikki verið uttan trupulleikar. Fyrst bar ikki til at leggja at, tí rampan ikki passaði til, og tá tað var fingið í lag, komu næstu trupulleikarnar, tá tveir rútar brotnaðu undir sigling.

Fyri at loysa trupulleikan hjá nólsoyingum mátti Hasfjord setast inn sum avloysari, men tað helt bara í ein slakan dag, tá ein slanga fór til ljósmotorinum á Hasfjord. Tá mátti Pressarin hjá MEST upp í leikin at flyta ferðafólk.

Nú røkir Erla Kongsdóttir aftur farleiðina, meðan bíðað verður eftir Ternuni, ið enn er til 40 ára eftirlit, har staðfest varð, at meira umfatandi arbeiði skal gerast, áðrenn Ternan fær loyvi at sleppa í sigling við ferðafólki aftur. Hetta verður væntandi í mánaðarskiftinum februar-mars.