

Flytur úr Hoyvík og inn á Skála
Skála hevur skrivað sáttmála við ungan danskan spælara, sum í fjør spældi við FC Hoyvík
Jonhard Hammer
25. januar 2025 kl. 19:32
Skála skrivar soleiðis í kvøld:
Simon Girke Jørgensen hevur undirskrivað 2 ára sáttmála við Skála ÍF.
Simon er 19 ára gamal, hann er ein offensivur leikari, við góðum bóltførleika og tekniskt dugnaligur.
Hann innleiddi sína fótbóltsleið í OB. Í fjør skifti hann síðani til føroyskan fótbólt, har hann spældi við FC Hoyvík.
Felagið fegnast um at fáa Simon á liðið og vónar at tikið verður væl ímóti honum, skrivar Skála Ítróttarfelag.
Sambært FaroeSoccer spældi Simon í fjør níggju dystir og skoraði tvey mál fyri FC Hoyvík.