FM vinningurin er 8 túsund krónur

Havnar Telvingarfelag, sum 18. apríl hevur 100 ára stovningardag, verður vertur fyri FM kappingini

Mynd: TSF
Jóannes Hansen
7. februar 2023 kl. 13:09

Talvsamband Føroya skrivar soleiðis:

Havnar Telvingarfelag bjóðar, saman við Talvsambandi Føroya, til føroyameistaraskapið í talvi fyri einstaklingar í 2023.

Havnar Telvingarfelag verður 100 ár tann 18. apríl, og tað hátíðarhalda vit við góðum virðirslønum.

Kappingin
Kappingin verður í Finsen í døgunum 1. – 7. apríl 2023.

Telvað verða sjey umfør. Umhugsunartíðin er 90 minuttir til fyrstu 40 leikirnar. Síðani verða 15 minuttir lagdir afturat klokkuni. Frá fyrsta leiki verða 30 sekund løgd afturat fyri hvønn fluttan leik.

Átta teir hægst styrkismettu telvararnir telva í landsliðsbólkinum um heitið føroyameistari 2023.

Næstu átta telvararnir telva í 1. bólki, og hinir telva í almenna bólkinum.

Í unglingabólkinum verður telvað um heitið unglingaføroyameistari 2023. Sum nakað nýtt verður eisini telvað um heitið gentu-unglingaføroyameistari 2023. Sostatt verður unglingakappingin fyri gentur og dreingir.

Víst verður annars til meginreglurnar hjá TSF fyri FM einstaklingar.

Allir bólkar telva soleiðis:

1. umfar

Leygardagur

1. apríl

kl. 14.00

2. umfar

Sunnudagur

2. apríl

kl. 14.00

3. umfar

Mánadagur

3. apríl

kl. 17.00

4. umfar

Týsdagur

4. apríl

kl. 17.00

5. umfar

Mikudagur

5. apríl

kl. 17.00

6. umfar

Hósdagur

6. apríl

kl. 14.00

7. umfar

Fríggjadagur

7. apríl

kl. 14.00


.

Í landsliðsbólkinum og unglingabólkinum verður umdystur leiktur, um tað stendur á jøvnum um 1. pláss. Umdysturin verður telvaður fríggjadagin eftir seinasta umfar. Í øllum øðrum førum verður korrektión brúkt, tá ið tað stendur á jøvnum.

Veteranar
Skírishósdag og Langafríggjadag, 6. – 7. apríl, verður skipað fyri óalmennum FM fyri veteranar. Hesin bólkur er fyri telvarar, ið eru 50 ár ella eldri. Umhugsunartíðin er 25 min + 5 sekund fyri hvønn leik.

Kappingin er treytað av nóg stórari luttøku. Nærri verður lýst eftir tilmeldingarfreistina.

Luttøkugjald og tilmelding
Luttøkugjaldið er 300 kr. fyri allar vaksnar luttakarar undantikið veteranar, ið gjalda 50 kr. Luttakarar í unglingabólkinum gjalda 150 kr.

Heiðurslimir luttaka ókeypis.

Luttøkugjaldið, sum samstundis er tilmelding, skal gjaldast á konto 6460 – 1505523 hjá Havnar Telvingarfelag í seinasta lagi fríggjadagin 24. mars.

Við tilmelding skal upplýsast: FM 2023, navn og bólkur.

Møguligir spurningar kunnu stílast til Jóannes Guttesen, formann felagsins, á telefon 255830.

Vinningar
Landsliðsbólkurin:

Nr. 1 – 8.000 kr.
Nr. 2 – 5.000 kr
Nr. 3 – 3.500 kr

1. Bólkur:

Nr. 1 – 3.000 kr.
Nr. 2 – 2.000 kr
Nr. 3 – 1.500 kr

Almenni bólkur:

Nr. 1 – 2.000 kr.
Nr. 2 – 1.500 kr
Nr. 3 – 1.000 kr

Unglingar:

Nr. 1 – 2.000 kr.
Nr. 2 – 1.500 kr
Nr. 3 – 1.000 kr

Gentu-unglingar:

Nr. 1 – 2.000 kr.
Nr. 2 – 1.500 kr
Nr. 3 – 1.000 kr

Steyp verða latin til nr. 1, nr. 2 og nr. 3 í øllum bólkum. 

Við talvkvøðu

Havnar Telvingarfelag og Talvsamband Føroya