Fólk á Skálafjørðinum vaknaðu við kaldan dreym

Beint fyri klokkan seks í morgun vóru nøkur ordans ýl at hoyra frá einum skipi, sum lá við bryggju í Heiðunum

Savnsmynd (Mynd: Ólavur Frederiksen/Faroephoto)
Sigurjón Einarsson
22. mars 2023 kl. 09:46

– Eru tað russarar sum koma í morgun, ella hvat?

Soleiðis skrivar ein íbúgvi í Runavíkar kommunu inni á Facebook-bólkinum fyri íbúgvar í Runavíkar kommunu, sum vaknaði við kaldan dreym í morgun av, at tað brádliga fór at ýla.

Tað var beint fyri klokkan seks í morgun, at eitt ordans ýl var at hoyra frá einum skipi, sum liggur við bryggju í Saltangará.

Fólk siga, at ýlini hoyrdust heilt inn á Skálar.

Men tá fólk hugdu út, fyri at vita, hvar ýlini komu frá, so sást nýggjasta skipið hjá Bakkafrosti, Bakkafossur, blinka í takt við ýlini.

Fólk vóru eitt sindur ørkymlaði, hví skipið skuldi ýla so nógv so árla á morgni, men talan var um ein tekniskan feil, sambært skiparanum.

– Hey tit í Runavík, sum vórðu vakt alt ov tíðliga í morgun. Sum skipari á Bakkafossi, vil eg biðja um umbering fyri alarmin umborð í morgun, sum sikkurt hevur vakt flest øll her úti á leiðini. Hetta komst av einum tekniskum feili, at alarmskipanin varð aktiverað. Tíbetur var eingin vandi á ferð, sigur skiparin á Bakkafossi, Trygvi Petersen.

Skiparin er sera harmur, at alarmurin fór í gongd í morgun, sum møguliga hevur verið viðvirkandi til, at ikki øll fingu eina góða byrjan upp á dagin.

– Men vónandi fáa fólk ein góðan dag, hóast alt, skrivar skiparin á Bakkafossi inni á Facebook-bólkinum hjá íbúgvum í Runavíkar kommunu.