Fólk skulu ikki gjalda fyri eina lønarkonto

Peningastovnarnir eiga at síggja tað sum ein stóran framíhjárætt, at vanligi løntakarin hevur lønarkonto hjá teimum.

Heðin Mortensen
6. desember 2022 kl. 11:17

Øll skulu hava atgongd til egnan pening uttan at rinda ómaksgjøld. Tí skulu vit herða

treytirnar fyri vanligar lønarkontur í peningastovnunum.

 

Javnaðarflokkurin hevur staðfest, at alternativt má landið stovna ein løntakarabanka, har fólk kunnu hava konto og gjaldskort uttan at skula rinda fyri tað.

 

Heðin Mortensen