Fongsulsrevsing í 40 dagar og útvísing fyri harðskap

Ein 28 ára gamal maður var 5. mai 2022 í Føroya Rætti dømdur 40 daga fongsulsrevsing fyri harðskap, sum var framdur í náttarlívinum í Havn. Maðurin var ákærdur fyri at hava sligið ein mann fleiri ferðir í andlitið.

Steinar Patursson
11. mai 2022 kl. 13:15

Maðurin, sum er pólskur ríkisborgari, bleiv samstundis útvístur úr Føroyum. Maðurin er nýliga komin til Føroyar at arbeiða og hevur at kalla einki tilknýti til landið, sigur ákæruvaldið.

Til útvísingina er knýtt eitt innferðarbann í trý ár.

Føroya Rættur gjørdi av, at maðurin skuldi sita dómin beinanvegin, og hesa avgerð staðfesti Eystari Landsrættur.

28 ára gamli maðurin hevur kortini valt at skjóta allan dómin inn fyri Eystara landsrætt, sigur ákæruvaldið.