Foreldur at tvíburum undrast: Hví skulu okkara børn revsast?

Tvíburaforeldur fáa fýra vikur afturat teimum 52 vikunum í barsil, eins og foreldur, ið fáa eitt barn fáa. Barbara Michalina Tausen undrast, hví tvíburar skulu revsast, tí tey eru fødd samstundis. Serfrøðingur heldur, at tvíburar hava brúk fyri, at tíð verður sett av til hvørt barnið

Barbara Michalina Tausen og sjeikurin, Gunnar í Dali, eiga tvey sett av tvíburum saman (Mynd: Facebook/Barbara Michalina Tausen)
Sigurjón Einarsson
15. juni 2022 kl. 14:35

Foreldur at tvíburum fáa fýra vikur eyka í barsil, so samlaða barnsburðarfarloyvi er tá 56 vikur – í mun til foreldur, ið fáa barsil upp á 52 vikur, tá tey fáa eitt barn.

Men tað er ikki rímiligt, ljóðar tað frá foreldrum at tvíburum, ið eftirlýsa broytingar í ásetingunum fyri barsil hjá foreldrum, sum fáa fleiri børn samstundis. Ein teirra er Barbara Michalina Tausen, ið er mamma at tveimum settum av tvíburum, sum undrast, hví hennara børn skulu revsast fyri býtið av barsli.

– Um vit høvdu fingið eitt barn ístaðin fyri tvíburar, høvdu vit fingið tvífalt so nógvan barsil og børnini høvdu fingið meira ein til ein kontakt við okkum foreldur. Hví skulu børn sum eru fødd sum tvíburar "straffast" - tí tey eru fødd samstundis?, spyr Barbara Michalina Tausen í einum uppslagi á Facebook.

Sum nú er, hava foreldur, eftir barnsburð, lógartryggjaðan rætt til at vera heima hjá barninum í til samans 52 vikur. Tey hava rætt til barsilspening í 52 av hesum vikum. Harav eru fýra vikur til pápan (ella sammóðurina eftir 1. januar 2022), 14 til mammuna og 34 eru til at býta.

Í vikunum, sum eru til býtis, og sum bert kunna nýtast aftan á viku 14 eftir barnsburð, kann bert eitt foreldur fáa barsilspening í senn. Tað foreldrið, sum ikki fær barsilspening, kann tó vera heima í feriu við løn.

Vikurnar við barsilspeningi skulu brúkast innan 52 vikur eftir barnsburð – ella 56 vikur, tá talan er um foreldur, sum fáa tvíburar ella fleiri børn.

Sálarfrøðingur: Tvíburar hava brúk fyri, at tíð verður sett av til hvørt barnið
Í Norðurlondum eru barsilreglurnar sera ymiskar. Í Danmark er barsilin 52 vikur – líkamikið um tað er eitt barn ella tvíburar, meðan barsilin til dømis í Norra fylgir hvørjum barni.

Sambært Helle Birkholm-Buch, ið er kliniskur sálarfrøðingur og hevur arbeitt við tvíburum í 20 ár, kann tað hava sálarligan týdning fyri tvíburar, at foreldur at tvíburum fáa møguleika at verða heima teir fyrstu tríggjar mánaðirnar. Tvíburar hava brúk fyri, at tíð verður sett av til hvørt barnið.

– Tað hevur avgerandi týdning, at børn fáa meira eitt til eitt samband, enn tey hava møguleika fyri, sum nú er, tá tvíburar skulu deilast um uppmerksemi hjá tí eina foreldrinum undir barsil, sigur Helle Birkholm-Buch við TV2 í Eysturjútlandi.

Kliniski sálarfrøðingurin vísir á, at tvíburar, sum bólkur, er yvirumboðað, tá tað kemur til psykiskar diagnosur, so hatta er nakað, ið eigur at verða hugt at.

Hesum er Barbara Michalina Tausen samd í.

– Mítt ynski er, at vit í Føroyum eisini arbeiða fram ímóti, at tvíburaforeldur fáa fleiri vikur í barsil, so bæði foreldur hava møguleika at vera heima og passa smáu nýføðingarnar. Í okkara føri hevði tað so merkt, tí vit eiga tvey sett av tvíburum, at um vit fingu barsil fyri okkara fýra børn hvør sær, so høvdu vit fingið tvær ferðir tvífaldaðan barsil, sigur Barbara Michalina Tausen við Dimmalætting.

Í dag eru um 900 tvíburapør á lívi í Føroyum, sambært FarGen.