Foreldur fáa rættin til at syrgja í eitt hálvt ár

Løgtingið samtykti í dag uppskotið hjá landsstýrismanninum í almannamálum, Sólvit E. Nolsøe, um endurgjald fyri mistar arbeiðsinntøkur í samband við, at eitt barn, yngri enn 18 ár, doyr

Sigurjón Einarsson
2. mai 2022 kl. 17:17

Øll foreldur, ið missa eitt barn, yngri enn 18 ár, fáa í framtíðini rættin til at syrgja í eitt hálvt ár.

Hetta varð samtykt til triðju viðgerð í løgtinginum í dag, tá allir 30 tinglimirnir, sum vóru í løgtinginum í dag, trýstu á grøna knøttin.

Tað er Sólvit Emilsson Nolsø, landsstýrismaður við almannamálum, ið kom við uppskotinum, at hvørt foreldur fær rætt til at syrgja í eitt hálvt ár, sum í dag er samtykt.

Hesar hálva árið í part kunnu, sambært samtykta uppskotinum, verða nýttar soleiðis sum foreldrini ynskja sær – uttan at tey skulu stúra fyri mistar inntøkur.

Upphæddin fyri mistar arbeiðsinntøkur verður sett eftir lógini um almannatrygd og tænastur, har hægsta veitingin er 25.513 krónur um mánaðin.

Orsakir til uppskotið
Verandi lóggáva hevur ikki tikið hædd fyri, at foreldur hava tørv á at syrgja, og tí kunnu foreldur, teirra arbeiðsgevarar og lækni koma í eina trupla støðu í samband við, at foreldur missa barn. Tað var tí mett, at verandi rættindi eru ógreið og rættiliga ymisk frá borgara til borgara, stendur at lesa í álitinum til at broyta løgtingslógina um almannatrygd og tænastur.

Við undantak av Barsilsskipanini, so hevur eingin  skipan verið, ið gevur foreldrum rætt til at fáa veiting í samband við, at barn doyr. Foreldur, sum ikki hava mett seg vera før fyri at fara aftur til arbeiðis, eftir at hava mist barn teirra, hava kunnað blivið sjúkrameldað, men tað hevur altíð verið upp til ein kommunulækna at meta um, hvørt viðkomandi er nóg illa fyri til at blíva sjúkrameldaður ella ikki, og tað hevur sostatt eisini verið upp til kommunulæknan at meta um, nær fólk aftur kunnu fara til arbeiðis.

Tað hevur eisini verið ógviliga ymiskt hjá fólki, hvørji rættindi tey hava havt, sambært teimum galdandi reglum, ið hava verið í samband við sjúkrafráveru. Ein týðandi partur av føroyskum løntakarum hava rætt til løn frá arbeiðsgevara undir sjúku, og tá hevur tað verið arbeiðsgevarin, ið rindar fulla løn til løntakaran, sum verður sjúkrameldaður, men hetta er nú broytt við nýggja uppskotinum, har foreldur nú frameftir fáa endurgjald fyri mistar arbeiðsinntøkur í samband við, at eitt barn, yngri enn 18 ár, doyr.

Ætlanin er, at lógin kemur í gildi 1. januar í 2023.