Formaðurin í Føroya Lærarafelag heldur fram

Leygardagin var aðalfundur í Føroya Lærarafelag á Hotel Føroyum. Á skránni var bæði formansval og nevndarval.

Kristian Waag Dam
1. mai 2022 kl. 21:27

Leygardagin var aðalfundur í Føroya Lærarafelag á Hotel Føroyum. Á skránni var bæði formansval og nevndarval. Tó var lítil spenningur um formanssessin, tí einki mótvalevni var móti sitandi formanni, Jacob Eli S. Olsen, sum stillaði upp aftur. Jacob Eli S. Olsen hevur verið formaður í Føroya Lærarafelag seinastu trý árini.

Tað var óvist, hvør fór at vera valdur í nevndina. Fyri vali stóðu Andrea á Rípuni, ið hevur verið næstforkvinna seinastu trý árini, og Tórhallur við Gil, sum hevur verið skrivari í tvey skeið. Andrea á Rípuni, sum hevur verið í nevndini fleiri skeið, stillaði ikki upp aftur. Tað vóru fýra valevni, sum bjóðaðu seg fram til nevndina. Tey vóru hesi:

Annbritt Toftegaard, skúlastjóri í skúlanum á Giljanesi

Augusta Egholm Petersen, lærari í Vestmanna skúla

Eyðbjartur Skaalum, lærari í skúlanum á Argjahamri

Oluf Müller, lærari í Hoyvíkar skúla

Tórhallur við Gil, lærari í Runavíkar kommunuskúla

Tá øll høvdu atkvøtt og allar atkvøðurnar vóru taldar, vóru tað Tórhallur við Gil og Eyðbjartur Skaalum, sum vóru valdir við ávikavist 191 og 132 atkvøðum.

Nevndin í Føroya Lærarafelag er sostatt :

Jacob Eli S. Olsen, Bergur Samuelsen, Jona Højsted, Tórhallur við Gil og Eyðbjartur Skaalum. Nevndin skipar seg í næstum. Haraftrat eru Annbritt Toftegaard og Augusta Egholm Petersen ávikavist fyrsti og annar tiltakslimur í nevndini.

Leys Størv