Formaðurin í Huxa leggur frá sær

Ruðuleikin í Fólkaflokkinum heldur fram. Fyri løtu síðan boðaði Erling Mørkøre, formaður í Huxa, sum er ungmannafelagið hjá Fólkaflokkinum, frá, at hann leggur frá sær sum formaður í Huxa

(Mynd: Sverri Egholm/portal.fo).
Kristian Waag Dam
11. november 2022 kl. 15:11

Ruðuleikin í Fólkaflokkinum heldur fram. Fyri løtu síðan boðaði Erling Mørkøre, formaður í Huxa, sum er ungmannafelagið hjá Fólkaflokkinum, frá, at hann leggur frá sær sum formaður í Huxa.

Í gjár boðaði formaðurin í Fólkaflokkinum Christian Andreasen frá, at hann legði frá. Og tað er millum annað í kjalarvørrinum av avgerðini hjá Christian Andreasen, at Erling Mørkøre nú eisini leggur frá sær.

Hesum greiðir hann frá á sínum Facebook-vanga:

"Eg leggi frá mær sum formaður í Huxa.

Eg kundi hildið á sum formaður, men eg haldi tað vera skeivt, at flokkurin mátti fara so langt, at fyrrverandi formaðurin mátti leggja frá sær, tí hann vildi nútímansgera flokkin.

Men vit kunnu gleðast um, at tey, ið blíva vald inn fyri Fólkaflokkin, nú eru fríttstillaði í etiskum málum.

Eg ynski flokkinum alt tað besta framyvir.

Og hjartaliga til lukku við formanssessinum, Beinir, alt tað besta til tín og flokkin framyvir", skrivar tann nú fyrrverandi foramaðurin í Huxa.